Tað var ein ikki sørt óvæntað sjón, tá fyrrverandi amerikanski forsetin, Jimmy Carter og kona hansara, Rosalynn, sóust í bili á einum festivali í heimbýi forsetans, Plains í Georgia.
Útlendskar tíðindastovur vita at siga, at fyrrverandi forsetahjúnini vórðu koyrd í einum bili gjøgnum býin, og tey veittraðu til fleiri av luttakarunum á festivalinum.
Demokraturin, Jimmy Carter, var forseti í USA árini 1977 til 1981, og hann er tann forseti í USA, sum hevur livað longst. Hann fyllir nevniliga 99 hin 1. oktober í ár.
Seinastu árini hevur heilsan bilað, og í februar gjørdist tað alment kent, at Jimmy Carter fær hospisu-viðgerð og fer at brúka seinastu tiðina heima saman við familjuni.
Tíðindastovan NTB er millum mongu útlendsku miðlarnar, sum bera hesi tíðindi í morgun.