Joan Joensen 50

Í dag fyllir Joan Joensen í Esbjerg 50 ár. Joan er ættað úr Norðragøtu, men búði í Havn í fleiri ár, áðrenn hon og familjan fluttu til Danmarkar fyri átta árum síðani.

Aftan á skúlan arbeiddi Joan á Klædnavirkinum og á Harenga í heimbygdini. Síðani var hon eina vertíð á Flateyri og í Ólafsvík í Íslandi, og heimafturkomin fór hon at arbeiða í handli, og tað gjørdi hon í mong ár. Fyrst var hon í handlinum hjá Eiler Rasmussen, fotografi í Klaksvík, áðrenn hon flutti til Havnar. Har byrjaði hon hjá Good Look, sum tá helt til á Landavegnum, og seinni var hon hjá Jacob Lútzen á Áarvegnum. Tá SMS kom, fór Joan hagar at arbeiða. Ta fyrstu tíðina var hon á matstovuni, men seinni var hon hjá Hans Joensen og í barnahandlinum Pinkuni. Tey seinnu árini arbeiddi Joan í byggibúðini hjá Balslev og seinast á Shell-støðini á Norðara Ringvegi. Joan varð væl dámd sum handilskvinna. Altíð brosandi og altíð til reiðar at hjálpa viðskiftafólkunum.

Síðani tey fluttu til Danmarkar, hevur Joan passað sonin, sum er menningartarnaður. Hon er gift við Árna Joensen, og tey eiga eisini eina dóttur.