Joan lækni á Skálafjørðinum

Nýggi kommunulæknin er sett í fast starv frá fyrsta februar

Joan Skibenæs, alm. med., er sett í fast starv sum kommunulækni í viðtalu 2, í Skálafjarðar læknadømi. Hon tekur við starvinum fyrsta februar 2018, boðar Heilsutrygd frá. Tað veit nes.fo at siga.

 

Joan Skibenæs er ættað av Toftum og var fyri einum knøppum ári síðani liðugt útbúgvin við hálvtfimta ára longu serlæknaútbúgvingina á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini.

Hesar seinastu mánaðirnar hevur Joan Skibenæs verið í vikarstarvi í Skálafjarðar læknadømi, og nú er hon sett í fast starv.