Jóan Símun: 3-0 var ov nógv

Fremsti maðurin hjá Føroyum var ikki heilt nøgdur

Jóan Símun Edmundsson, sum spælir við Viking í Noreg, var ikki nøgdur við at tapa 3-0.

- Okkara avriki var í ordan, tað haldi eg. Og vit hava verið undir størri trýsti áður, so 3-0 var í meira lagi, sigur Jóan Símun.


22 ára gamli toftamaðurin, sum hevur spælt 23 landsdystir og skotið eitt mál, var ein av fleiri, sum stóð seg sera væl í dag. Men tey eru eisini nøkur, sum áður hava sett spurnartekin við, um hann eigur pláss millum teir fyrstu 11.


- Eg skilji væl, at tað eru fleiri sum ivast í, um tað er rætt, at eg skal byrja inni sum áleypari. Eg spæli jú ikki sum áleypari í Viking, og tað gjørdi eg heldur ikki við Newcastle. Men eg royni altíð at gera mítt besta, og eg haldi eisini, at tað var á eini leið hjá mær í kvøld, hóast tað altíð er trupult at meta um sítt egna avrik, segði Jóan Símun Edmundsson, sum varð skiftur út, tá góðir 20 minuttir vóru eftir av dystinum móti Týsklandi í kvøld.