Jóan Sìmun og Beveren fingu ringa byrjan uppá kappingarárið

Waasland Beveren tapti fyrsta dystin hetta kappingarárið

Jóan Símun Edmundsson fekk 82 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Waasland Beveren taptu fyrsta dystin í nýggja kappingarárinum í næstbestu belgisku fótbóltsdeildini.

 

Waasland Beveren tapti 0-1 fyri Beerschot á útivølli. Sigursmálið bleiv skorað longu tá 17 minuttir vóru farnir. Tá ein tími var farin av dystinum fekk Beerschot ein leikara vístan av vøllinum, men Waasland Beveren megnaði ikki at gagnnýta yvirtalsstøðuna.

 

Komandi leygardag spælir Waasland Beveren á heimavølli móti Virton. 

 

12 lið eru í næstbestu belgisku deildini. Liðini møtast fyrst í 22 dystum í grundspælinum. Eftir tað er eitt endaspæl við seks teimum ovastu, og seks teimum niðastu liðunum í hvør sínum bólki.