Jóan Símun og Viljormur á Rás2

Í annaðkvøld verður serstakt jólafótbóltspanelið á Rás2, har tú kanst vinna hesa troyggjuna

Í annaðkvøld klokkan 19, vitja Vejle spælararnir, Jóan Símun Edmundsson og Viljormur Davidsen, Fótbóltspanelið á Rás2.

 

Serligt Fótbóltspanel verður á Rás2 týskvøldið, 22. desember, klokkan 19

 

Teir eru báðir føroyskir landsliðsspælarar og spæla yrkisfótbólt í Vejle í næstbestu deildini í Danmark. Báðir hava arbeitt hart fyri at røkka dreyminum sum yrkisspælari, men yrkisleiðirnar líkjast nú ikki so nógv.

 

Fótbóltspanelið er at hoyra á Rás2 hvønn fríggjadag millum klokkan 16 og 17

 

Í skemtiliga partinum hevur undanfarni gesturin, Gilli R. Sørensen valt Viljorm Davidsen sum spælaran á landsliðnum, sum heldur seg vera lekkrast, meðan Jóan Símun Edmundsson bleiv skýrdur vánaligasti plátuvendarin í landsliðshópinum. Hesum atfinninginum sleppa teir at svara aftur.

 

Jóan Símun Edmundsson hevur við sær eina orginala Vejle troyggju, sum hann hevur spælt í. Hesa kanst tú vinna, meðan sendingin er.