Liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni og Pæturi J. Petersen, KA tók í dag ímóti ÍBV í dysti í niðara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
KA vann dystin 2-1.
Jóan Símun sum byrjaði inni legði KA á odda tá 19 minuttir vóru farnir av dystinum aftaná eina góða sending frá liðfelagnum, Ingimar Stöle inn í brotsteigin, og har var Jóan Símun tryggur.
ÍBV javnaði tríggjar minuttir seinni. Sigursmálið hjá KA skoraði Hallgrímur Mar Steingrímsson upp á brotsspark í 54. minutti.
Jóan Símun var skiftur út tá 82 minuttir vóru leiktir. Tá 64 minuttir vóru leiktir var Pætur skiftur inn.
Við sigrinum hevur KA vunnið niðara endaspælið. KA hevur 38 stig og nærmasti kappingarneytin, HK kann í mesta lagi fáa 35 stig.
Støðan:
Nr | Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | Stig |
7 | KA | 25 | 11 | 5 | 9 | 41:44 | 38 |
8 | HK | 24 | 6 | 8 | 10 | 39:51 | 26 |
9 | Fylkir | 24 | 5 | 7 | 12 | 33:51 | 22 |
10 | Fram | 24 | 5 | 6 | 13 | 35:50 | 21 |
11 | ÍBV | 25 | 5 | 6 | 14 | 29:49 | 21 |
12 | Keflavík | 24 | 2 | 9 | 13 | 24:47 | 15 |