Jóan Símun spældi sín fyrsta dyst í Belgia síðani november

Jóan Símun Edmundsson var millum málskjúttarnar, tá Waasland-Beveren vann stórsigur í venjingardysti

Jóan Símun Edmundsson hevur ikki spælt ein dyst fyri belgiska lið sítt, Waasland-Beveren síðani 19. november í fjør, tá Waasland-Beveren tapti 0-2 fyri Mouscron í næstbestu belgisku deildini.

 

Tað gleðiliga hendi í dag, at Jóan Símun var aftur á vøllinum fyri Waasland-Beveren, ið vann 5-2 á Melsele í einum venjingardysti á útivølli. Waasland-Beveren var á odda 1-0 í steðginum, og tá 78 minuttir vóru farnir var liðið á odda 5-0.

 

Jóan Símun skoraði til 2-0, tá 55 minuttir vóru leiktir. Talan er um fyrsta málið Jóan Símun skorar fyri Waasland-Beveren síðani 7. november í fjør, tá Waasland-Beveren leikti javnleik 1-1 móti Westerlo. 

 

Kappingin í næstbestu belgisku deildini byrjar 12. august. 

 

Komandi venjingardysturin hjá Waasland-Beveren er móti Gent á útivølli 12. juli.