Joan vann HM-gull

Í triathlon á longum teini skulu íðkararnir svimja 4 kilometrar, súkkla 120 kilometrar og renna 30 kilometrar. So tað var ikki bara smávegis kapping, sum Joan og liðfelagarnir fóru undir í gjár.

Talan var um HM-kapping, og tí var talan sjálvandi um krútsterka mótstøðu, men hetta helt ikki Joan frá at gera seg galdandi. Sjálv gjørdist Joan nummar sjey í kappingini, og bara tað í sjálvum sær er eitt framúrskarandi avrik.

Og tað gjørdist ikki verri av úrslitunum hjá liðfeløgunum. Charlotter Kolters vann silvur, meðan Ann Banke gjørdist nummar 11. Og saman við sjeynda plássinum hjá Joan rakk hetta til HM-gull. Eitt úrslit, sum Joan sjálvsagt fegnast um.

-Eg eri sera fegin um hetta sjeynd plássi, tí hetta var eitt sterkt felt við nógvum góðum kvinnum. Eg hevði sett mær sum mál at koma inn í top 10, og tað náddi eg, og eri eg sjálvandi sera fegin. At vit so eisini vinna gull í liðkappingini er fantastiskt. Vit arbeiddu hart fyri tí í dag, og tað er jú altíð stuttligt, tá alt tað harða arbeiði, sum ikki bara er í dag, men eisini venjingin og fyrireikingarnar, løna seg, sigur Joan í tíðindaskrivi til føroysku miðlarnar.