Loksins var Jóannes Bjartalíð aftur at síggja á vøllinum í einum kappingardysti fyri Fredrikstad í bestu norsku fótbóltsdeildini aftaná ein drúgvan skaðasteðg.
Jóannes Bjartalíð kom á vøllin í 81. minutti, tá Fredrikstad á útivølli leikti javnt 1-1 móti Vålerenga. Rocco Robert Shein legði Fredrikstad longu í fjórða minutti. Beint undan steðginum javnaði Vålerenga til 1-1. Talan er um fyrsta kappingardystin hjá Jóannesi í 2025.
Fredrikstad er nummar sjey í deildini við 18 stigum fyri 13 dystir. Viking Stavanger er langt fremst í deildini við 36 stigum.
Komandi leygardag klokkan 17 hevur Fredrikstad heimadyst móti Molde.