João Félix kom, sá og fekk reytt kort

Premier League: Supertalentið vísti eginleikar sum fáur, men endaði við at fáa reytt kort

Tað er fult umfar í Premier League um vikuskiftið. Longu hóskvøldið var London-uppgerð í Fulham, har grannarnir úr Chelsea vóru á vitjan.

 

Stóra søgan var João Félix, sum bara tvey samdøgur undan var leigaður úr Ateltico Madrid til Chelsea. Tað er ymiskt hvørja upphædd altjóða miðlar seta á leiguavtaluna, men hon er nokk í undirkantinum av 100 milliónum krónum fyri eitt hálvt ár.

 

Í ein lítlan tíma víst fótfimi og tekniski portugisin hví hann er høgt í metum. Hann dribblaði og fintaði seg framvið fleiri spælarum, og tvær ferðir bleiv tað til gult kort til spælarar hjá Fulham.

 

Tá ein lítil tími varð spældur fekk João Félix ein bólt frá verjuni. Hann fekk ikki tamarhald á bóltinum og tveitti seg í eina takling. Tíverri fyri João Félix, so endaði hann við at stempla ein mótstøðuspælara á skinnabeini.

 

Tað bleiv til eitt beinleiðis reytt kort, sum merkir at João Félix má sita uttanfyri við leikbanni í tríggjar dystir. Reyða kortið lýsir væl kappingarárið hjá Chelsea, sum er heldur misjavnt. Chelsea tapti 2-1 og liggur á 10. plássi. Chelea skal longu aftur í eldin í morgin.

 

Í gjár vann Aston Villa eisini 2-1 á Leeds United. Aston Villa liggur miðskeiðis á stigatalvuni, meðan Leeds United hevur brúk fyri stigum, fyri at sleppa undan niðurflytingarstríðnum.

 

1Arsenal17142140:1444
2Manchester City17123245:1639
3Newcastle1898132:1135
4Manchester Utd17112427:2035
5Tottenham18103537:2533
6Fulham1994632:2831
7Liverpool1784534:2228
8Brighton1783632:2527
9Brentford1868430:2826
10Chelsea1874721:2125
11Aston Villa1974822:2725
12Crystal Palace1764717:2522
13Leicester18521126:3117
14Leeds1845926:3317
15Nottingham F.1845913:3417
16Bournemouth18441018:3916
17West Ham18431115:2415
18Everton1836914:2415
19Wolves18351011:2714
20Southampton18331215:3312