Jobmatch – fá útisetan heimaftur

Føroyar eru millum ríkaru londini í heiminum, men samstundis eisini í harðari altjóða kapping um at menna seg fram millum heimsins fremstu lond. At verða millum heimsins fremstu lond krevur vitan og førleika, m.a. við at hava eitt høgt útbúgvingarstøði. Føroyar hava í dag truåpulleikar at fáa tey heim aftur, sum vit senda út at nema sær útbúgving og hetta er kanska størsta hóttanin ímóti framburði í Føroyum.

Hóttanin ímóti Føroyum

Vit hava vita tað leingi og nú hava vit eisini feskar kanningar sum vísa, at ein stórur partur av føroyingunum, sum leita sær útum landoddarnar koma ikki heimaftur. Fleir meta eisini hetta verða ein av stórstu avbjóðingunum Føroyar standa frammanfyri og tann størsta hóttanin ímóti et menna Føroyar fram millum heimsins fremstu lond.

 

Átakið Jobmatch

Jobmatch er fyrsta átakið, har føroyskar fyritøkur og stovnar í felag fara av landinum at gera eina starvsstevnu og endamálið er púra greitt, nú skulu Føroyar marknaðarførast í Danmark sum eitt gott arbeiðstað. Ætlanin er í fyrsta lagi at fáa fatur á føroyskum útisetum, men eisini á dønum og øðrum útlendingum, sum hava røttu førleikarnar føroyskir arbeiðsgevarar hava tørv á.

 

Brain Drain

Tað má staðfestast, at Føroyar eru í einari brain drain støðu, vit útflyta meira vitan enn vit innflyta. Vit geva okkara ungu gott í beinið, senda nógv teirra av landinum at nema sær útbúgving, men gera alt ov lítð fyri at fáa tey heimaftur. Hetta er ein stórur samfelagstrupulleiki, bæði tí at vit ikki hava nóg nógv fólk í Føroyum við útbúgving, men eisini tí hetta hetta elvir til skeiva fólkasamanseting og hevur víst seg at føra til m.a stórt undirskot av kvinnum.

 

Stórur tørvur

Fleiri av luttakandi fyritøkunum á Jobmatch vísa á, at tey hava stóran tørv á útbúnari arbeiðsorku og at henda ikki í nóg stóran mun er til taks í Føroyum. Fleiri av fyritøkunum hava í dag fólk í arbeiði , sum ikki búgva í Føroyum og sostatt brúka tey tann møguleikan sum nýmótans tøknin gevur. Harufturat hava m.a. Sansir og Atlantic Airways fólk í Danmark, meðan Formula International eigur eina sterka fyritøku sum Norriq, sum eisini fegin vil hava føroyingar í arbeiði.

 

Mugu havi fleiri heimaftur

Flestu eru samd um, at tað er avgerðandi neyðugt at fáa fleiri fólk heimaftur, men kanska er tað ein góður leistur í fyrstu atløgu eisini at kunna bjóða hesum starv í Danmark. Miðfyrisitingin hevur gjørt hetta, m.a. at eitt starvsfólk hevur siti fyri Almanna og Heilsumálaráðið og arbeitt á hølunum hjá sendistovuni í Keypmannahavn , fyri seinni at flyta heim aftur.

 

Vaksa uttanlands

Fleiri av fyritøkunum vísa somuleiðis á, at tað er neyðugt at vaksa munandi um virksemi skal man geva sær vón um at fáa væl útbúnar føroyingar heimaftur, sum krevja spennandi arbeiðsavbjóðingar. Hesin vøkstur má verða uttanfyri Føroyar og síggja við nakrar fyritøkur leggja nógv fyri á hesum øki.

 

Føroyskir møguleikar

Føroyar hava við nýmótans tøknimenning allar møguleikar at gera seg galdandi á nógvum vinnuøkjum og fyri at byggja upp at spennandi og kappingarført samfelag, sum hevur nakað at bjóða heiminum. Men tað krevur at fáa ein størri part av útisetum aftur til Føroya ella at arbeið fyri fyri føroyskar fyritøkur. Jobmatch er ein roynd at seta skjøtil hesa tilgongd. Í hesum føri verður eitt tiltak gjørt, har føroyskir stovnar og fyritøkur fara til Keypmannahavnar at bjóða seg fram fyri føroysku útisetunum í Danmark. Útisetaenir hava her møguleika at vitja fyritøkurnar, men eisni nú beinanvegin at bíleggja sær eitt sonevnt JobPrát á heimasíðuni HYPERLINK "http://www.jobmatch.fo" www.jobmatch.fo . Her ber bæði til at leggja seg sítt lívsrensl (CV) eins og tað ber til atbíleggja eitt prát við luttandi fyritøkurnar um arbeiðsmøguleikar.

 

Eisini brúk fyri lesandi

Fleiri av fyritøkunum leggja dent á, at tær eisini hava áhuga at fáa lesandi í starvsvenjing og annars arbeiða við uppgávum fyri fyritøkuna ella stovnin meðan tey eru lesandi. Tí er Jobmatch eisini sera áhugavert fyri lesandi, sum á ein ella annan hátt ynskja at fáa samband við føroyskar fyritøkur

 

Netverkskvøld –kjak og tónleikur

Jobmatch kryddar starvstevnuna við, at m.a Tórshavnar Kommuna og Føroya Banki hava framløgur um tað at flyta heim. Eisini verður eitt netverkkvøld fríggjakvøldið 26. september 2008 við kjaki og tónleiki í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv,.

Á Netverkskvøldinum í Føroyahúsinum verður framløga av kanningum um hví útisetar ikki koma heimaftur. Tríggir føroyingar úr vinnu og fyriseting at greiða frá, hví grasið er grønari í Føroyum. Hetta skilt á tann hátt, at tey fara at bera fram sína áskoðan um fyrimunirnar við at virka og liva í Føroyum. Aftaná verður eisini politiskt kjak við føroysku fólkatingslimunum Edmund Joensen og Annitu á Fríðriksmørk um framtíðarsamfelagið Føroyar.Aftaná verður tónleikur, Lena Anderssen, Maria Guttesen & Guðrið Hansdóttir spæla, umframt eitt surprise navn á tónleikapallinum. Hesin er kendur fyri sínar útiseta sangir.