Sum avleiðing av koronusmittuni verður Jobmatch í ár flutt á netið, og samanborið við vanliga Jobmatch pallin, hevur tilgilda Jobmatch sínar fyrimunir.
Tað siga fyrireikararnir handan Jobmatch, sum í dag boða frá, at Jobmatch 2020 verður flutt á ein virtuella pall, sum longu er royndur í øðrum londum.
– Við at flyta tiltakið yvir á tann talgilda pallin, kunnu vit bæði røkka teimum, sum búgva og virka í Føroyum umframt tey, sum eitt nú sita hinumegin knøttin og ynskja at koma í samband við føroysku vinnuna. Hervið eru tað enn fleiri vitjandi, sum kunnu luttaka á Jobmatch og netverka við føroyska vinnugeiran, sigur Jobmatch.
Tann virtuelli pallurin er skipaður eins og tað fysiska tiltakið við básum við ymiskum sniði og samleikum, framløguhøli, forhøll og kunningardiski. Hvør luttakari kann leggja lýsing av felagnum, leys størv, verkætlanarevnir, filmar o.a. út á sín básavanga, sum tann vitjandi kann lesa, síggja og taka niður
JobPrát verður eisini á skránni í ár, tó í víðkaðum vavi enn undanfarin ár. Umframt at tað er møguligt hjá teim vitjandi at bíleggja JobPrát við luttakararnar, so fara luttakararnir í ár eisini at fáa høvið at bíleggja prát við tey vitjandi.
Jobmatch 2020 verður sum vanligt millum jóla og nýggjar – í ár týsdagin 29. desember frá kl. 12-17.