Joe Biden ætlar at tíggjufalda søluna av elbilum í USA

Ger Biden álvara av sínum umhvørvisætlanum, fara upp ímóti 67 prosent av øllum bilum, sum verða seldir í USA í 2032, at vera elbilar.

 

Ætlanirnar hjá Joe Bidens fara sambært The New York Times at møta mótstøðu við løgfrøðiligum mótmælum. (Arkivfoto). - Foto: Leah Millis/Reuters


Stjórnin hjá Joe Biden, forseta, fyrireikar fleiri nýggjar avmarkingar av umhvørvisdálking, sum væntandi fer at fleirfalda søluna av elbilum í USA.

Tað siga ónevndar keldur við vitan um ætlanirnar við blaðið The New York Times.

Verða ætlanirnar til veruleika, væntar stjórnin, at sølan av elbilum í 2032 fer meira enn at tíggjufaldast í mun til í dag.

Tað fer so at merkja, at upp ímóti 67 prosent av øllum seldum bilum í USA fer at vera elbilur.

Til samanberingar stóðu elbilar í 2022 fyri 5,8 prosentum av søluni í landinum.

Ætlanirnar fara væntandi, sambært The New York Times, at møta mótstøðu við løgfrøðisligum mótmælum.

Forseti fyri lobbybólkin Samgongan fyri Bilnýmenning, John Bozzella, sigur møguliga stigið vera sera stórt.

– Tað er einki minni enn ein komplett umskapan av bilídnaðinum og bilmarknaðinum, sigur hann við The New York Times.

Reglarnar fara ikki at seta avmarkingar á, hvussu nógvir elbilar, hvør framleiðari sær skal selja um árið.

Í staðin fer tað sambært blaðnum sett eitt loft á, hvussu nógv CO2 bilarnir til samans, sum framleiðararnir selja, hava av útláti.

Ætlanirnar koma eftir, at ES hevur samtykt standardir fyri útlát frá bilum.

Nýggju standardirnir hjá ES fara sambært The New York Times at útfasa søluna av nýggjum bensinbilum fyri 2035.

Áðrenn ætlanirnar hjá Joe Biden gerast til veruleika, krevst sambært blaðnum ein munandi umlegging av amerikanska bilídnaðinum.

Stórt sæð allir størri bilframleiðarar haa frammanudan gjørt stórar íløgur í elbilar.

Men bara fáir hava bundið seg til tey mál, sum stjórnin hjá Joe Biden ímyndar sær.

Samstundis krevja ætlanirnar umfatandi útbygging av bæði løði- og elnetinum í USA.

Milliónir av nýggjum løðistøðum skulu setast upp.

Samstundis skal elnetið bøtast fyri at kunna nøkta vaksandi eftirspurningin eftir streymi.

Harumframt krevst, at USA kann tryggja veitingar av teimum dýrabaru mineralum og øðrum evnum, sum skulu brúkast í framleiðsluni av battaríum.

/ritzau/

 

 

 

Ætlanirnar hjá Joe Bidens fara sambært The New York Times at møta mótstøðu við løgfrøðiligum mótmælum. (Arkivfoto). - Foto: Leah Millis/Reuters