Joe Biden bað um umbering fyri viðmerking

Joe Biden, sum verður forsetavalevni hjá Demokratunum, biður um umbering fyri eina umstrídda viðmerking um svørt.

Biden segði við ein útvarpsvert, at afroamerikanarar »ikki eru svartir«, um teir ivast í, hvørjum teir skulu atkvøða fyri á valinum í noevmber.

Tann 77 ára gamli demokraturin og Trump-avbjóðarin kom við útsøgnini undir eini lívligari samørðu við kenda útvarpsvertin Charlemagne Tha God, sum hann eisini var ósamdur við.

– Eg skuldi ikki havt svarað so skjótt, segði hann, tá hann tosaði í telefon við fleiri svørt handilsfólk, eftir at viðmerkingin hevði skapt øði og atfinningar. 

/ritzau/AFP