Joe Biden er komin til Norðurírlands

Samstundis, sum amerikanski forsetin er komin til Norðurírlands, sigur løgreglan, at tey hava funnið fýra rørbumbur í einum kirkjugarði í Londonderry.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, er komin til Belfast í Norðurírlandi. Tað vita fleiri útlendskar tíðindastovur at siga í kvøld.

 

Forsetin skal luttaka á 25-árahaldinum fyri avtaluni, sum tryggjaði frið í Norðurírlandi. 

 

Langafríggjadagsavtalan, sum hon verður rópt, varð undirskrivað hin 10. apríl í 1998, og tá endaði stríðið millum katolikkar og protestantar.

 

Í stríðnum millum partarnar, sum minti um borgarakríggj, lótu 3500 fólk lív, og hetta stríð varð rópt "The Troubles".

 

Nú Joe Biden er komin til Norðurírlands, sigur løgreglan í landinum, at fýra rørbumbur eru funnar í einum kirkjugarði í Londonderry.

 

Løgreglan sigur í tíðindaskrivi, at rørbumburnar nú eru tryggjaðar og skulu kannast.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Løgreglan sigur, at fýra rørbumbur eru funnar í einum kirkjugarði í Londonderry.