Joe Biden: Minnið hjá mær virkar væl

WASHINGTON: Amerikanski forsetin Joe Biden segði í eini røðu í nátt, at minnið hjá honum virkar fínt.

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden. Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix

– Eg eri ein eldri maður, og eg veit, hvat eg geri, sigur hann á tíðindafundi. Tíðindafundurin varð fráboðaður stutt fyri, at hann byrjaði.

– Eg eri tann best skikkaði maðurin í hesum landinum til at vera forseti, segði hann eisini.

Tíðindafundurin var í Hvítu Húsinum, eftir at ein serlig frágreiðing varð almannakunngjørd.

Í frágreiðingini skrivar serligi ákærin robert Hur, sum hevur staðið fyri kanniginum, at fyrilit eru tikin til, at Biden undir einum rættarmáli hevði víst seg, sum hann gjørdi undir frágreiðingunum í sambandi við kanningina: »Ein sympatiskur, vælmeinandi, eldir maður við vánaligum minni«.

Á tíðindafundinum finst Joe Biden at, at frágreiðingin setur spurnartekin við góðskuna á minni hansara.

– Tað verður enntá víst til, at eg ikki minnist, nær sonur mín doyði. Hvussu í helviti kann hann loyva sær at seta tann spurningin?, sigur Biden við tíðindafólkini.

/ritzau/

 

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden. Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix