Fyri 15 árum síðani hevði Fólkaflokkurin uppskot um at hækka fólkapensjónsaldurin frá 67 upp í 70 ár í einum.
Hetta vildi Høgni Hoydal hava Jørgen Niclasen at vátta undir orðaskiftinum um at hækka pensjónsaldurin í Løgtinginum í dag.
– Ja, men eg bleiv klókari, segði Jørgen Niclasen.
– Eg fekk oyrini tútað um at bara vit hækkaðu pensjónsaldurin, so bleiv alt betri. Men eg bleiv klókari. Tað eru so nógvir pensjónistar, sum arbeiða, at ávirkanin verður so lítil, segði hann.
– Pensjónsaldurin er einki problem, segði Jørgen Niclasen.












