Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

Arbeiðsmarknaður, almenna veitingar og kriminalitetur – ein hagfrøðilig greining av ikki- vestligum tilflytarum í Danmark

Hettar er eitt skriv ið lýsir hagtals sjónarmiðið. Hugt hevur verið eftir tilfar hjá Danmark Statestik fyri at eftirkannað tað sum Sjúrður førir fram. Er hettar ein grundaður ótti tá talan er um muslimar?

 

Danir eru raskir at byggja hagtøl, framum fleiri onnur lond, innan nógv økir, tí er hettar ein fongur at leita í. Danir hava gjørt fleiri greiningar av útlendingum í Danmark. Hvat lýsa hesar greiningar hagtalsliga sæð?

 

Serligur MENAPT-lond (Miðeystri, Norðurafrika, Afganistan, Pakistan og Turkaland) eru í miðdepilinum í hesi grein tí her er einamest talan um muslimar.

 

Eru hesi úr MENAPT-lond (Miðeystri, Norðurafrika, Afganistan, Pakistan og Turkaland) sum flyta til Danmarkar minni integreraðir og eru hesi meira kriminellir fyri hvørt ættarlið? Og ikki sum ført verður fram at hesi verða integreraði yvir nøkur ættarlið? Tað vil siga hvørvur trupulleikin, um ein trupulleiki er í fyrsta ættarliði?

 

Kosta hesir tilflytarar samfelagnum pening soleiðis at vælferðarsamfelagið kemur undir trýst, tí hesir tilflytarar gerast alt fleiri í tali?

 

 

 

Hettar er soleiðis ikki ein roynd at lýsa partin við manglandi javnstøðu hjá kvinnum, manglandi tryggleika hjá samkyndum um muslimar flyta handavegin ella onnur sjónarmið sum kunna førast fram. Kanska turrisligt, men viðkomandi greining.

 

 

 

Greining byggir á tilfar hjá Danmarks Statestik.

Har er rúgvismikið tilfar til dømis á síðuni: https://integrationsbarometer.dk/tal-og-analyser/kriminalitet, annað tilfar er eisini so sum “Indvandrere i Danmark”, “Analyse af børn af efterkommere med ikke-vestlig oprindelse”. Enn meira tilfar er atkomuligt á heimasíðuni hjá Danmarks Statestik.

 

 

 

Greinin er skrivað sum ein hagfrøðilig greining – við prosenttølum og strukturellum avleiðingum sum grundarlagi.

 

 

 

lini frá Danmarks Statistik vísa eitt greitt mynstur: fólk úr MENAPT-londum og eftirkomarar hava eitt munandi lægri knýti at arbeiðsmarknaðinum, eru yvir umboðað á almennari umsorgan (forsyrging) og hava hægri kriminalitetsindeks enn persónar við donskum uppruna.

 

 

 

 

 

Kriminalitetur: indeks í mun til danskarar

 

 

 

Eg endur gevið úr https://integrationsbarometer.dk/tal-og-analyser/filer-tal-og-analyser/arkiv/copy_of_NotatvedrrendekriminalitetblandtindvandrereogefterkommerefraMENAPTlandene.pdf síða 2.

 

 

 

“Mandlige indvandrere fra MENAPT-landene havde i 2023 et alderskorrigeret straffelovsindeks på 218, jf. tabel 1 på næste side. Det svarer til, at deres kriminalitetsniveau var omkring 2 gange højere end gennemsnittet for den mandlige befolkning under ét, når der er taget højde for aldersforskelle.

 

 

 

Blandt de mandlige efterkommere fra MENAPT-landene var kriminalitetsniveauet højere. Straffelovsindekset for mandlige efterkommere fra MENAPT-landene lå således på 309 og var dermed omkring 3 gange højere end gennemsnittet for den mandlige befolkning under ét, når der er taget højde for aldersforskelle.

 

 

 

Domme efter straffeloven omfatter bl.a. seksual-, volds- og ejendomsforbrydelser. Ejendomsforbrydelser er fx indbrud, hærværk og tyveri, herunder butikstyveri. Ser man specifikt på de personer, der er dømt for voldsforbrydelser (som afgrænset i boksen nedenfor), ligger indekset i 2023 for mandlige efterkommere med oprindelse i MENAPT-landene på 354, svarende til, at deres kriminalitetsniveau er omkring 3½ gange højere end gennemsnittet for den mand-

 

lige befolkning, når der er taget højde for aldersforskelle, jf. tabel 2 på næste

 

 

 

Hettar verður eisini sett upp í eitt hagtalsyvirlit.

 

##med2##

 

 

 

Kelda: https://integrationsbarometer.dk/tal-og-analyser/filer-tal-og-analyser/arkiv/copy_of_NotatvedrrendekriminalitetblandtindvandrereogefterkommerefraMENAPTlandene.pdf Síða 3.

 

 

 

Vit kunna soleiðis staðfesta at kriminalitetsindeks hjá fyrsta ættarliðið av monnum sum koma úr MENAPT-londum er Kriminalitetsindeks  229 í mun til 89 ella teir eru fleiri ferðir so kriminellir sum uppruna danir. Støðan versnar tí synirnir hjá hesum fyrru hava eitt Kriminalitetsindeks 354, tað vil siga tað hækkar í næsta ættarlið og hesir eru næstan 4 ferðir so kriminellir sum uppruna danir við teirra Kriminalitetsindeksi uppá 89.

 

 

 

Soleiðis verða tilflytarar frá MENAPT-londum ikki meira integreraðir í samfelagið teir flyta til, eftir nøkur ættarlið, men beint tað øvugta, teir eru minni integreraða enn teirra foreldur, sum upprunaliga fluttu til Danmarkar. 

 

##med3##

 

Vert er at leggja til merkis at hægri kriminalitetur hevur fíggjarligar fylgjur: politi, rættarskipan, fongsulsútreiðslur og sosialar fylgikostnaðir ikki minst fyri kvinnur og samkynd, sum eru útsettur bólkur tá talan er mun ágang frá muslimum. Hartil er tilvildarligur harðskapur móti tilvildarligum fólkum, sum eru á skeiva stað skeiva tíðarbilið eisini ein trupulleiki.

 

Arbeiðsmarknaðurin: ein strukturellur munur

 

 

 

Arbeiðsføri (Beskæftigelsesfrekvensin) hjá 16–64 ára gomlum MENAPT tilflytarum er munandi lægri enn hjá danskarum. Menn úr MENAPT londum hava eina arbeiðstøku á umleið 60% meðan tað hjá uppruna danskarum liggur á umleið 80%.

 

Hjá kvinnum úr MENAPT londum liggur arbeiðsføri á umleið 55%. Til samanberingar liggja danskar kvinnur á 77%. Hetta merkir ein mun í arbeiðstiltøk á gott 20 prosentstig.

 

##med4##

 

Kelda: https://integrationsbarometer.dk/tal-og-analyser/beskaeftigelse

 

 

 

Myndin vísir luttøkuna hjá monnum á arbeiðsmarknaðinum í tíðarskeiðinum 2015 til 2025 mánaða fyri mánað. Uppgjørt í prosentum.

 

##med5##

 

Kelda: https://integrationsbarometer.dk/tal-og-analyser/beskaeftigelse

 

Myndin vísir luttøkuna hjá kvinnum á arbeiðsmarknaðinum í tíðarskeiðinum 2015 til 2025 mánaða fyri mánað. Uppgjørt í prosentum.

 

Lægri luttøka á arbeiðsmarknaðinum hevur beinleiðis fíggjarligar avleiðingar: minni skattainntøkur per capita og størri sannlíkindir fyri at fáa almennar veitingar.

 

Almenna veitingar: yvir umboðan í tølum

 

Eg endurgevi beinleiðis úr https://uim.dk/nyhedsarkiv/2021/oktober/indvandrere-og-efterkommere-fra-ikke-vestlige-lande-koster-31-milliarder-kroner/

 

 

 

“Indvandrere og efterkommere fra ikke-vestlige lande koster 31 milliarder kroner.

 

Det offentliges nettoudgift til indvandrere og efterkommere fra ikke-vestlige lande i 2018

 

er på 31 milliarder kroner. “

 

Aðra greiningar vísa at ikki-vestligir tilflytarar eru umleið 8% av arbeiðsføra fólkinum (16–64 ár), men teir eru 11% av teimum, ið eru á almennari veitingum. Hetta svarar til eina yvir umboðan á 37,5%. Serliga er hettar galdandi innan kontanthjálp. 21% av øllum kontanthjálpsmóttakarum eru ikki-vestligir tilflytarar, hóast teir bert eru 8% av fólkinum. Hetta er ein yvir umboðan á 162%, ella umleið 2,6 ferðir so nógv, sum fólkatalið annars skuldi verið.

 

##med6##

 

Myndin er tikin úr https://www.dst.dk/Site/Dst/Udgivelser/GetPubFile.aspx?id=52300&sid=indv2024 og talan er um síðu 107

 

 

 

Myndin vísir at tilflytarar úr ikki vestligum londum fáa munandi meira frá tí almenna

 

Av myndini síggja vit, millum annað, at aldursbólkinum 50–54 ár og uppeftir hava tilflytarar úr ikki-vesturlendskum londum hægstu umboðan í almennari uppihaldsveitingum.

 

Hjá 50–54 ára gomlum er lutfallið 41 prosent, samanborið við 19 prosent hjá persónum við donskum uppruna. Í aldursbólkinum 60–67 ár er lutfallið 63 prosent hjá tilflytarum úr ikki-vesturlendskum londum, ímóti 35 prosent hjá persónum við donskum uppruna.

 

 

 

Tá luttøkan á arbeiðsmarknaðinum er 20% lægri, og kontanthjálpslutfallið er fleiri ferðir so høgt, merkir tað eitt netto-útreiðslutrýst á almenna fíggjarkervið. Hetta er ein beinleiðis avleiðing av arbeiðs- og veitingartølunum.

 

 

 

Útbúgving og ættarliðsmenning

 

 

 

Greiningin av børnum av eftirkomarum vísir, at tað er ikki sjálvsagt, at næsta ættarlið integrerast arbeiðs- og útbúgvingarliga. Frá fyrstu tilflytarum til næsta ættarlið sæst ein betring í skúlaførleikum, men frá næsta ættarlið til børnum hjá triðja ættarlið sæst stagnatión.

 

 

 

Hetta hevur týdning, tí ein demografisk framskriving vísir, at talið av børnum av eftirkomarum kann vaksa úr umleið 24.000 í 2018 til yvir 200.000 í 2060 í Danmark. Um arbeiðs- og útbúgvingar munurin heldur fram, flytur hettar tað strukturella búskaparliga trýstið víðari komandi áratíggir.

 

##med7##

 

Myndin vísir støðuna í 2024. Myndin er tikin úr https://www.dst.dk/Site/Dst/Udgivelser/GetPubFile.aspx?id=52300&sid=indv2024 síða 16.

 

Á myndini sæst munandi vøkstur í talinum av ikki vestligum tilflytarum frá 1994 til 2024.

 

 

 

Hagfrøðilig samanumtøka.

 

Tølini vísa:

 

            •           lægri luttøku á arbeiðsmarknaðinum.

 

            •           hægri yvir umboðan á almennari veitingum.

 

            •           høg yvir umboðan á kontanthjálp.

 

            •           hægri kriminaliteti hjá mannligum tilflytarum í fyrsta ættarliði

 

            •           uppaftur hægri yvir umboðan í kriminaliteti hjá mannligum eftirkomarum í næsta ættarlið

 

            •           Stagnatión í útbúgving millum ættarlið, tað vil siga at støðan stendur við.

 

 

 

Í einum skatta grundaðum vælferðarsamfelagi merkir lægri arbeiðsluttøka og hægri almenna veitingar, at nettofíggjarliga javnvágin versnar. Danir missa pening uppá at hava hesi fólkini í Danmark. Eitt tíðarskeið kostaði tilflytarar líka nógv, sum Danmark brúkti uppá donsku verjuna. Hægri kriminalitetur økir eisini um almennar útreiðslur, og lækkar trygdina hjá borgarum. Tá hesar strukturellu faktorar samstundis eru galdandi fyri ein bólk av fólki, sum demografiskt veksur, tey verða fleiri og fleiri, verður talan um eina langtíðar búskaparliga avbjóðing og samanhangsmegin í samfelagnum dettur burtur.

 

 

 

Hetta er ein beinleiðis hagfrøðilig lesing av hagtølunum – við prosentum og strukturellum avleiðingum sum grundarlagi.

 

Sjálvandi hagtøl eru løtt at manipulera soleiðis at ein sær tað ein vil síggja, harav verður úrslitið. Tey sum ynskja fleiri útlendingar til Danmarkar føra fram at tølini ganga rætta vegin, men har er lítil hjálp at heinta tí tað er so langt eftir á mál og fólk úr MENAPT-londum gerast alt fleiri og fleiri.

 

Sum nevnt havi eg ikki tikið við rættindi hjá kvinnum, rættindi hjá samkyndum heldur ikki sannroyndina at vit, í Føroyum, í dag liva í einum tryggum samfelag, har flest øll kenna seg trygg og liva í virðing fyri hvørjum øðrum. Hesin trupulleikin er væl lýstur av øðrum.

 

Niðurstøða. Haldi at Sjúrður Skaale hevur grein í sínum máli.