Í dag vitjaði Jørgin Olsen á kommuskrivstovuni og heilsaði upp á Súna í Hjøllum, borgarstjóra, sum ynskti honum tillukku við nýggja starvinum og allar bestu eydnu.

Jørgin nýggjur leiðari í barnagarðinum

Umframt námsfrøðiliga útbúgving, hevur hann eisini tikið leiðarútbúgvingar og hevur drúgvar royndir í námsfrøðiligum arbeiði í sambýlum og á dagstovnum.

 

Í dag vitjaði Jørgin Olsen á kommuskrivstovuni og heilsaði upp á Súna í Hjøllum, borgarstjóra, sum ynskti honum tillukku við nýggja starvinum og allar bestu eydnu.

Nes kommuna hevur søkt eftir nýggjum leiðara til Barnagarðin á Svangaskarði, nú Tóra Johannesen, leiðari, hevur valt at siga seg úr hesum starvi, sum hon hevur røkt seinastu 14 árini.

 

Tá umsóknarfreistin var farin hin  9. november, vóru fimm umsóknir komnar til starvið.

 

Á bygdaráðsfundi hin 28. november, sum var í gjár, samtykti bygdaráðið at seta Jørgin Olsen, námsfrøðing, í starv sum nýggjan leiðara frá 1. januar 2023 at rokna.

 

Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður sagt, at Jørgin Olsen er 55 ár og búsitandi í Runavík.

 

- Umframt námsfrøðiliga útbúgving hevur hann tikið leiðarútbúgvingar. Hann hevur drúgvar royndir í námsfrøðiligum arbeiði í sambýlum og á dagstovnum eins og leiðsluroyndir.

 

Jørgin Olsen var leiðari í Dagstovninum við Stórá í Rituvík í árunum 2008-2017. Síðan hevur hann verið eindarleiðari í Eind 1 hjá Almannverkinum í Norðoyggjum.

 

- Í dag vitjaði Jørgin Olsen á kommuskrivstovuni og heilsaði upp á Súna í Hjøllum, borgarstjóra, sum ynskti honum tillukku við nýggja starvinum og allar bestu eydnu.

 

 

Í dag vitjaði Jørgin Olsen á kommuskrivstovuni og heilsaði upp á Súna í Hjøllum, borgarstjóra, sum ynskti honum tillukku við nýggja starvinum og allar bestu eydnu.