Jógvan Arge 75 ár í dag

Í dag fyllir Jógvan Arge, maðurin handan kendu útvarpsrøddina, sjeytifimm ár. Hann er sonur Petru f. Gregersenn úr Syðrugøtu, sum doyði 99 ára gomul í síðsta mánaði, og Niels Juel Arge, gamla útvarpsstjórn. Hann hevur traðkað ein part av barnaskóm sínum í gamla útvarpshúsinum á Bryggjubakka, har hann legði rødd til ymiskar sendingar og í nógv ár sum tíðindamaður. 

Umframt at vera útvarpsmaður hevur hann eisini útgivið fleiri siðsøguligar bøkur. Hann var frá 1978 til 80 formaður í Ítróttasambandi Føroya.

Jógvan Arge hevur eisini verið politikari. Eitt skifti undir fullveldislandsstýrinum sat hann á tingi fyri Tjóðveldi, tað var undir seinna fullveldislandsstýrinum, sum varð skipað í mai í 2002 og sum slitnaði í desember í 2003. Hann hevur eisini sitið í 16 ár í Tórshavnar býráð fyri Tjóðveldi, tá var frá 2000 til 2016.

Jógvan Arge giftist í 1965 við Maritu. Og tað var ikki heilt uttan trupulleikar hjá teimum báðum at giftast, tí tey vóru so ung. Sonur teirra Niels Juel Arge skrivar soleiðis um brúdleypið:

»Ja, so tíðliga, at kongur steðgaði honum í at ganga í hjúnalag, tá ið hann vildi royna seg fyrstu ferð. Kom enntá í Ekstra Bladet, at gestir vóru komnir úr Gøtu og Hvalba. Til onga nyttu. Men sum skilst bleiv bæði etið og drukkið í juni 1965. Og so aftur í oktober 1965, tá ið 'umstøðurnar' tó vóru vorðnar nakað meiri sjónligar.« Niels Juel er føddur í 23. februar í 1966.

Tey eiga børnini Niels Juel, Jóhonnu og Una.