Jógvan Arge við krýniku

Jógvan Arge, sum fyrst og fremst er kendur frá útvarpinum, er í dag komin út við bókini "Havnarmaður og gøtuskuri” um barna- og ungdómsárini.

Bókina kallar hann eina krýniku um barna- og ungdómsárini, sum er skrivað á leikandi løttum máli, og er hetta samstundis tjúgunda bókin, Jógvan Arge letur úr hondum.

Meðan tær flestu hava verið siðsøguligar við hendingum, øðrum hevur verið fyri, er hetta bókin um egnan uppvøkstur, og heitið sipar til, at pápin var havnarmaður við stórum H, og mamman er av tí, tey rópa stóra G í Syðrugøtu.

Jógvan er úr einum býarparti í Havn, sum tók dik á seg eftir seinna heimsbardaga. Har vóru børnini mong og ræsurnar víðar. Í grannalagnum vóru Telegrafstøðin, Húsagarðsbøurin, Viðarlundin og allir ítróttavøllirnir í Gundadali.


Útvarpið fylti nógv

Krýnikan er eisini søga um foreldur, ommur og abbar í Havn og í Syðrugøtu. Í Havn høvdu tey stórt virksemi við bussum, bilum og kiosk. Í Gøtu høvdu tey handil, bindistovu og ráfiskakjallara. Kapitlar eru um ættarbond og ættfólk hjá bæði Jógvani og konuni Maritu úr Hvalba. Hansara eru serliga norðanfjørðs, hennara burtur av sunnanfjørðs.

Tað setti sín dám á heimið á Tinghúsvegnum, at pápin Niels Juel Arge í 1957 varð settur í starv á tí nýggja Útvarpi Føroya, og sjálvur tók Jógvan síni fyrstu fet í útvarpsarbeiði í barnaútvarpinum fyri skjótt 60 árum síðani.

Bókin, sum er góðar 200 síður og prýdd við mongum myndum, hevur navnalista við næstan 2.000 nøvnum, og er hon umbrotin, prentað og innbundin á Føroyaprenti.