Skúlastjórin á Venjingarskúlanum seinastu seks árini, Petur Ove Petersen, hevur gjørt av at fara frá við eftirløn frá 1. oktober í ár.
Í hesum sambandi hevur Mentamálaráðið gjørt av at seta Jógvan Dahl, varaskúlastjóra, sum skúlastjóra á Venjingarskúlanum.
Tórshavnar kommuna arbeiðir í løtuni við skúlabygnaðinum í kommununi, og hesum eigur at verða lagt upp fyri, tá ið ið nýggjur skúlastjóri verður settur, sigur Mentamálaráðið.
Mentamálaráðið hevur tískil avrátt við Tórshavnar kommunu um at bíða við at lýsa skúlastjórastarvið leyst til henda viðgerðin er liðug, og tað verður væntandi seinni í heyst.