Tað verður vælkendi føroyski sangarin Jógvan Hansen, sum býr í Íslandi, og kenda grønlendska sjónleikarkvinnan í Danmark, Vivi Sørensen, sum verða vertir á Frigg Festivalinum.
– Ein maður og ein kvinna. Tveir dugnaligir undirhaldarar, sum bera tónleikin, sjónleikin og mentanina út í heimin, skrivar Frigg Festivalurin.
– Tað ræður um at byggja brýr millum menniskju, og tað er týdningarmikið, at fólk og frændur, á pallinum og vøllinum fáa eina heita og hjartaliga móttøku, gjarna á teirra egna móðirmáli, sigur Jógvan Hansen, sum fer úr arbeiðinum sum tónlistarmaður og sangari í Reykjavík til Keypmannahavnar at luttaka á norðurlendska tónleikafestivalinum.
Jógvan Hansen vil gera alt fyri at skapa gott veitslulag, tá ið føroyskir og íslendskir bólkar skulu á pallinum, men tað verður eisini ein uppliving hjá grønlendingum og dønum, sum kunnu gleða seg at síggja ta fríu og festligu Vivi Sørensen úr Nuuk á pallinum.
Vivi er eitt sætt fjøllistafólk, sum syngur og dansar bæði grønlendskan masku og búkdans. Vivi Sørensen, sum gongur á teaturskúla í Odense, hevur innan listagreinina verið virkin úti og heima og er kend sum grønlendskur sjónleikari og sjónvarpsvertur.
Tey bæði fara hvør í sínum lag, men eisini saman, at kunngera nógvu tónleikanøvnini, sum skulu á framføra á Frigg Festivalinum, sum verður hildin fyri fyrstu ferð í Kongens Have 9. og 10. mai 2014.