DANMARK 1. DEILD
Ein føroyskur landsliðsspælari var í vikuskiftinum millum málskjúttarnar í næstbestu donsku deildini. Men tað var ikki Christian Høgni Jacobsen. Hann var vongverji í høgru allar 90 minuttirnar, tá ið Vejle hevði vitjan av HIK, sum er avgjørda botnliðið. Tí var tað púra óvæntað, at HIK legði seg á odda, tá seinna umfarið var hálvrunnið. Innskifti Kenneth Knudsen javnaði til 1?1, tá tað restaðu níggju minuttir. Men tað var stórt vónbrot fyri teir 1.030 áskoðararnar, at Vejle ikki megnaði at vinna ímóti botnliðnum. Áskoðararnir mundu hava roknað við stórsigri.
Hóast Herfølge á heimavølli tapti 3?1 ímóti Fredericia, so eru teir framvegis oddalið. Frem vann 3?1 í Odense ímóti B 1909, og nú er gamla arbeiðarafelagið í Valby næstfremst.
Randers Freja tapti 2?0 á heimavølli ímóti Skjold, sum eftir góðu gongdina seinastu vikurnar ikki verður roknað sum nakar lættisoppur. Hóast tapið er Randers Freja á trijða plássinum, og Vejle er nummar fýra.
Føroyska málið skoraði Johan B. Hansen, tá Horsens vann 4?2 á útivølli ímóti Ølstykke, sum ikki hevur sama flogið, sum teir høvdu fyrstu nógvu vikurnar í nýggja kappingarárinum.
Johan B. Hansen, sum var á landsliðnum í fjør, og sum hevur verið skaðaplágaður, síðani hann flutti úr OB og aftur til barndómsfelagið Horsens, skoraði fyrsta málið, tá tíggju minuttir vóru farnir.
HFK Sønderjylland vann 2?0 á Tingbjerg stadion í Keypmannahavn, sum er heimavøllur hjá Brønshøj. Og Hvidovre, sum er triði aftast, megnaði ikki meiri enn 1?1 á heimavølli ímóti B 1913 úr Odense.