Johan Dahl bar seg skeivt at

-Tað var skeivt av Johan Dahl at boða frá møguligum lógaruppskoti um undantak fyri strandfaraskipini mitt undir sáttmálasamráðingum, sigur John Johannesen. -Tað er umráðandi at gera sær greitt, at tá verkfall rakar strandfaraskipini, er hetta beinleiðis ein vanlukka fyri livilíkindini í útjaðaranum. Tí eiga bæði almennu myndugleikarnir og fakfeløgini at síggja tað sum sína skyldu at finna semju um, hvussu sleppast kann undan hesum í framtíðini, sigur John Johannesen.

Tíbetur eydnaðist at fáa eina lønarsemju millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Tíbetur uttan eitt verkfall, sum helst hevði merkt, at strandfaraskipini vórðu løgd og útjaðarin har við raktur harðast.

-Nú sáttmáli er undirskrivaður og friður valdar á arbeiðsmarknaðinum, eigur beinan vegin at verða farið undir samráðingar millum partarnar, um hvussu meginlívæðrin hjá útjaðaranum, strandfaraskipini, sleppa undan at verða rakt av einum møguligum verkfalli til næstu lønarsamráðingar, sigur John Johannesen.

-Tað er umráðandi at halda fast við grundleggjandi prinsippið, um at fakfeløgini hava verkfallsrætt, sum almenni myndugleikin ikki eigur at leggja seg út í við lóg. Tí var tað skeivt av landsstýrismanninum í vinnumálum at boða frá møguligum lógaruppskoti um undantak fyri strandfaraskipini mitt undir seinastu sáttmálasamráðingunum. Slík útmelding er einans til skaða fyri frælsa samráðingarrættin, heldur John Johannesen.

Tingmaðurin heldur, at almennu myndugleikarnir og fakfeløgini eiga at síggja tað sum sína skyldu at finna eina semju um, hvussu sleppast kann undan hesum í framtíðini.