Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, varð bæði frustreraður og irriteraður, tá ið hann sá, hvat vinnunevndin hjá Løgtinginum hevði gjørt við uppskotið hjá honum um trygd á sjónum.
Uppskotið snýr seg um, at nú skulu vit eisini hava eitt promillumark fyri, hvussu ávirkaður av rúsdrekka, ein kann vera og samstundis hava loyvi at føra Bata og skip, bæði í vinnuligari sigling og í frítíðarsigling.
Og Johan Dahl hevði sett promillumarkið til 0,2%, akkurát sum tað er hjá bilførarum.
Hetta er galdandi fyri øll skip, vatnskutarar og allar bátar, uttan stuttleikabátar, sum eru stytri enn 10 metrar og sum ikki kunnu sigla skjótari enn 15 míl.
Men tey, sum føra hesar smáu stuttleikabátarnar, skulu kortini vera so mikið edrú, at tey eru før fyri at føra bát á fullgóðan hátt.
Uppskotið hjá Johan Dahl varð samtykt mánadagin, men í dag skal tað endaliga samtykkjast í Løgtinginum.
Og verður tað samtykt aftur í dag, er tað sostatt nú eisini ólógligt at føra bát og skip við eini promillu upp á 0,2, ella meiri.
Men tað var ikki fyrrenn eftir ein sjáldsama harðan orðadrátt í Løgtinginum mánadagin, at uppskotið varð samtykt, tí tá ið Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevði málið til viðgerðar, vórðu broytingar gjørdar, sum rættiliga setti eld í.
Eitt nú hevði ein meiriluti í Vinnunevndini ásett ymisk promillumark fyri frítíðarsigling við bátum, alt eftir, hvussu stórir teir vóru og, hvussu skjótt teir sigldu.
Samstundis vilja tey hava landsstýrismannin at taka spurningin um trygdarútgerð á bátum, upp, eitt nú bjargingarvestar, flótidraktir o.s.fr.
Í meirilutanum eru Janus Rein, Bjarni Djurholm, Hanus Samró, Kristianna Winther Poulsen, Páll á Reynatúgvu og Aksel V. Johannesen.
Hinvegin tekur formaðurin í nevndini, Alfred Olsen, undir við uppskotinum hjá Johan Dahl.
- Tað minsta, ein kann krevja, er, at vinnunevndin setir seg inn í tey mál, hon viðgerð, men tað hevur hon ikki gjørt í hesum føri, segði ein hvassorðaður og sintur landsstýrismaður.
Tá ið hann hevði sær broytingarnar, meirilutin í Vinnunevndini hevði gjørt, bað hann Sjóvinnustýrið um eina meting av niðurstøðuni í Vinnunevndini.
Og tann niðurstøðan er heilt óvanliga bersøgin.
- Sjóvinnustýrið sigur, at broytingarnar hjá meirilutanum í Vinnunevndini eru bæði ósamanhangandi, ósamsvarandi, ósakligar og lutvíst misvísandi og skeivar, sigur Johan Dahl.
Men heilt merkisvert er tað, at síðani leggur Sjóvinnustýrið afturat:
- Ein skal í hvussu so er verða edrúur fyri at halda skil á hesum, sigur Johan Dahl,
Í hesum sambandi staðfestir Sjóvinnustýrið, at tað eru longu krøv um bjargingarútgerð, eitt nú bjargingarvestar ella flótidraktir, umborð á stuttleikabátum, soleiðis sum Vinnunevndin annars vil hava landsstýrismannin at virka fyri.
Hann vísir á, at ætlanin hjá meirilutanum í Vinnunevndini hevði verið fullkomiliga vónleyst at umsita og hann kallar tað eina stóra skomm, at meirilutin kann vrøvla so illa, sum hann hevur gjørt her.
Í meirilutanum vóru tey ikki við upp á, at tey høvdu hoyggjað alt til.
Bæði Janus Rein og Aksal V. Johannesen vísa á, at tað einasta, meirilutin hevur gjørt, er at áseta, at promillumarkið fyri tey, sum føra stuttleikabát, sum eru styttri 15 metrar, skal vera í 0,5 promillu, ístaðin fyri 0,2 promillu, sum landsstýrið skjýtur upp.
Tey vísa á, at talan er um at herða lógina munandi, tí áður er einki promillumark og tey halda, at onki talar fyri, at tað ikki ber til at føra ein lítlan stuttleikabát púra forsvarliga við eini promillu, sum er undir 0,5.