Johan Dahl hevði ongan fingur við í spælinum

Tað var ikki hann, sum fekk stjóran í Atlantsflogi frá

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálinum, hevði ongan fingur við í spælinum, tá ið Magni Arge varð koyrdur frá sum stjóri í Atlantsflogi.

Tað greiðir hann Løtinginum frá.

 

Tað er Høgni Hoydal, sum vildi hava Johan Dahl at greiða frá, hvønn leiklut hann hevði í sambandi við tilgongdina, tá ið stjórin í Atlantsflogi varð sagdur upp.

 

Men Johan Dahl ger greitt, at hann hvørki álegði nevndini í Atlantsflogi til at siga Magna Arge upp og hann mælti teimum heldur ikki til tað.

 

Hann hevur heldur ikki verið við til at velja nýggjan stjóra.

 

Johan Dahl heldur eisini, at tað er ein fyrimunir, at nevndarlir og stjóri í felagnum hava innlit í føroysk viðurskifti og tosa føroyskt.

Men tað er ikki nøkur treyt.

 

Hann ger eisini greitt, at hann heldur ikki, at framtíðarætlanin hjá Magna Arge var skeiv.

 

Annars  ger Johan Dahl eisini greitt, at hann fer ikki at leggja seg út í, at Atlantsflog hevur fingið sær ein útlendskan ráðgevara at hjálpa sær at leggja eina framtíðarætlan fyri Atlantsflog.

 

- Annars skal upplýsast, at norðurlendska ráðgevingarfyritøkan ikki skal gera eina strategi fyri Atlanstflog. Tað skal leiðslan hjá Atlantsflog gera, serliga nevndin, sigur Johan Dahl.

 

- Norðurlendska ráðgevingarfyritøkan skal vera við til at útvega grundarlagið fyri einari strategi, heruppí gera greiningar av felagnum m.a. viðvíkandi styrkjum og veikleikum hjá Atlantsflogi, leggur hann afturat.

 

- Ráðgevingarfyritøkan skal hjálpa leiðsluni hjá Atlantsflogi at røkka teimum málum, sum nevnd og stjórn stinga út í kortið. Ráðgevingarfyritøkan hevur førleikar til at  greina fyritøkur í flogvinnuni. Tað vóru tríggjar fyritøkur, sum bjóðaðu seg fram, og leiðslan í Atlantsflogi metti, at norðurlendska ráðgevingarfyritøkan var tann rætta at loysa uppgávuna, sigur Johan Dahl.