- Tað er ikki av illvilja, at talan nú er um at skerja túratalið hjá Smyrli í vetur. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum eisini umsitur Strandferðsluna.
Suðuroyingar eru í øðini, nú tað frættist, at ferðaætlanin hjá Smyrli skal skerjast í vetur, men Johan Dahl sigur, at hann kannar møguleikarnar fyri at loysa trupulleikan. Hann sigur, higartil kann staðfestast, at tað er tryggjað, at túratalið verður óbroytt næsta ár.
Les eisini: Suðuroyingar eru uppøstir
- Men útreiðslurnar í sambandi við lógarkravið um hvíldarreglur bera í sær, at í ár er tað er ein fíggjarlig avbjóðing at halda ferðaætlanina á sama stigi sum higartil, tvs. við 32 túrum um vikuna, sigur landsstýrismaðurin. - Talan er ikki um politiskan illvilja, leggur hann afturat og hann fer at taka trupulleikan í ár upp í sambandi við eina umbøn um eykajáttan.
Les eisini: Leita eftir meiri pengum til Strandferðsluna
Bara eitt lítið frávik frá ferðaætlanini kann bera fíggjarligar eykaútreiðslur í sær, tí lítið og onki er at geva út av. - Er skipið seinkað ein hálvan tíma, ella ein tíma í illveðri, kann tað henda, at ein túrur má takast burtur úr ferðaætlanini, tí hvíldarreglur skulu haldast. - Skal eyka manning umborð á Smyril í slíkum førum, tyngir tað raksturin so mikið, at hann fæst ikki at hanga saman.
Les eisini: Savna undirskriftir á netinum
Annars sigur hann, at í ferðaætlanini næsta ár, er ásett, at skipini hjá Strandferðsluni skulu sigla meiri á páskum og á jólum Hann vísir á, at tað er eitt, fólk hava sóknast eftir og tí fara skipini á Strandferðsluni at sigla aftur og fram einaferð langa fríggjadag, páskadag og jóladag.
- Sostatt fer at bera til hjá fólki at ferðast høgtíðardagar, har eingin sigling hevur verið higartil.
|