Sum vanligt, skipar Skótalið Royndin fyri grækarismessuhaldið í Vági. Haldið verður sunnudagin 11. mars kl. 14.30 á økinum við minnissvarðan yvir teir sjólætnu. Røðari verður Johan Dalsgaard, eisini kendur sum Johan í Kollafirði, ella Johan í Fámará.
Sangarar úr kórinum Ljómi luttaka sum vant, og eisini er felagssangur á skránni .
Grækarismessa er 12. mars , men skótarnir hava seinnu árini hildið hana sunnudagin, ið er tættast við messuna ,tí tá hava tey flestu frí , og kunnu luttaka. Skótarnir í Vági hava skipað fyri grækarismessuhaldi nærum á hvørjum síðan 1968 , fyrr á Fløtuni Fríðu, men seinnu árini á økinum við minnisvarðan miðskeiðis í bygdini.