Umframt at Johan Dahl við einvísu tilnevning sínari av nýggjum nevndarformanni í Atlantic Airways breyt aðalfundarsamtykt, so stríða bæði hetta valið og seinni eisini valið av Søren Jespersen sum nevndarlimi ímóti reglunum um góðan leiðslusið.
Hetta eru reglur, sum eru samtyktar hjá Atlantic Airways, og sum eru ein fráboðan um, hvussu felagið er skipað. Talan er ikki um lógarbrot, tá hesar reglur ikki verða fylgdar, men hetta brýtur tær spælireglur, sum felagið annars hevur í mun til íleggjarar og virðisbrævamarknaðin.
Sonevndu Corporate Governance-reglurnar, sum greiða frá reglum og mannagongdum í felagnum, innihalda eisini ásetingar fyri nevndarval. Millum annað stendur soleiðis í reglunum hjá Atlantic Airways:
“Atlantic Airways har nedsat et nomineringsudvalg, der består af bestyrelsesformand
en og to bestyrelsesmedlemmer. Udvalget assisterer bestyrelsen i nomineringsopgaver. Nomineringsudvalget behandler årligt de kompetencer, bestyrelsen skal råde over og har mandat til at foreslå kandidater til bestyrelsen, som dernæst tager stilling til den endelige nominering, som indstilles af bestyrelsen til valg på generalforsamlingen”
Tvey dømi
Landsstýrismaðurin í vinnumálum ignoreraði egnar samtyktir, tá hann setti Niels Mortensen í formanssessin. Men hartil breyt hann bæði í hesum førinum og í einum seinni føri omanfyri nevndu reglu um góðan leiðslusið.
- Adrian Noskwith bað Niels Mortensen vátta, at setanarnevndin hevði mett um hansara førleikar, og at nevndin valdi at vísa á hann fram um øll onnur nøvn, sum vóru í uppskoti. Men tað kundi hann ikki vátta, sigur Adrian Noskwith.
Eisini finst størsti privati partaeigarin at mannagongdini, sum varð fylgd, tá Søren Jespersen kom í nevndina. Sum in.fo hevur skilt, so varð setanarnevndin – sum annars er kravd í aðalfundarsamtyktini frá 2012 – als ikki virkin í hesi tilgongd. Og enn minni hevur tilgongdin tí innihildi eina nevndarviðgerð av førleikunum hjá komandi nevndarliminum.