Navnframi føroyingurin og multikunstnarin, Jóhan í Kollafirði, hevur nú tikið endaligu avgerðina at hála tjaldsteyran úr føroysku moldini og flyta á oynna Fjón (Fyn) í Danmørkini.
Higartil hava hann og konan Rakul liva eina heldur ivasama tilveru í Jútlandi, men nú eru skjølini undirskrivaði, og 8. novembur fluttu tey inn á ein bóndagarð á Fjóni, ið hevur staðið tómur seinastu mongu árini.
Herfyri var Jóhan í Føroyum eftir ymsum góðsi og djórum sínum, og nú bæði fólk og fæ eru komin á pláss á bóndagarðinum á Miðfjóni, fer tíðin at vísa, hvussu Rakul og hann fara at trívast sum bóndahjún á flatlondum.
Jóhan sigur, at mangt er, sum bendir á, at tónleikurin fær góða rúmd í nýggja heimlandi hansara. Hann hevur verið í samband við tveir royndar føroyskar tónleikarar, ið eisini eru búsitandi á Fjóni, og tí kundi tað lættlige hent seg, at teir seta á stovn ein tónleikabólk. Hetta fer tíðin at vísa.