For age is opportunity no less
Than youth itself, though in another dress,
And as the evening twilight fades away
The sky is filled with stars, invisible by day.
H W Longfellow
Eg síggi hann fyri mær langt langt afturi í hinari øldini. Tuskandi oman í skúla myrk krígsár; so verri enn so nakað, sum tá kallaðist Stoffalág. Niðri við lagaða grótgarðin mátti møðin rindast, og skimast varð í allar ættir: vóru týsk flogfør á flogið?
Og eitt sindur eldri. Standandi undir ”stovuvindeyganum” hjá Kisan og teimum summarkvøld. Lurtandi eftir undurvøkru musisku kvøldsetuni hjá stóru familjuni í lítlu kroysuni -
Og rennandi á losjuvøllinum í bóltspælið saman við dreingjunum á Tinghúsvegnum tey ljósu summarkvøldini.
Burturi í haga dagin langan við pápanum Andriasi í Vágsbotni. Norðuri í Norðradali við seyði...
Tey fyrstu vaksnamannaárini. Sterkur verjuleikari á besta liðnum hjá B36 ( saman við dreingjunum á Tinghúsvegnum). Á hondbóltsvøllinum sum KFUM´mari.
Og so túrar inn á Strendur, tí har búði ein fitt ung genta.....
Ótrúligt – men fríggjadagin 6.2 verður Jóhan altso 80!
Jóhan hevði eitt langt lív í almennari tænastu. Stjóri á Strandferðsluni í fleiri áratíggjur, og tað megnaði hann serstakliga væl, rætthugsandi og ordiligur sum hann er, hóast tað mangan man hava verið baldrut og tungt. Politiska stýringin av hesum stovni hevur altíð verið meira ella minni kaotisk, men í 1980árunum bar av! Jóhan, hóvligur og stabilur sum hann er, kláraði eisini at stýra stovninum hesi árini – og tað sigur ikki so lítið!
Jóhan hevur altíð verið sera upptikin av tónleiki. Hann syngur enn í fleiri kórum, og tað hevur hann gjørt nú í meira enn hálva øld. Í samband við kórsang hevur hann ferðast kring tað mesta av knøttinum, men tann ferðin, ið man standa eina fastast í minni hansara, er tá ið tey sungu í Carnegie-Hall í New York.
Fastur fúsur er hann hvønn sunnudag sum organistur í Kaldbakskirkju. Og so er ikki at gloyma tað trúfesti, hann og hinir sangararnir hava sýnt, tá ið tað snýr seg um at syngja til jarðarferðir.
Jóhan hevur verið pensjonistur nú í nøkur ár, men aktivur hevur hann verið – og er hann framvegis – sum fáur!
Hann hevur runnið regluliga í mong ár, men seinastu tíðina eru knøini farin at bila, so nú eru tað gongutúrar á skránni tíðliga hvønn góðveðursmorgum.
Tá ið eg stakk inn á gólvið í Stoffalág 24 fyrradagin, var alt sum tað eigur at vera. Marjun stákaðist í køkinum – á Jóhan, hvat var tú uttan hana? - og Jóhan sat uppi á skrivstovuni á loftinum og skrivaði.
Í fleiri ár hevur Jóhan sitið og skrivað ”endurminningar” og so mangt annað við eisini, og tann sum onkuntíð hevur sitið saman við honum og práta um farnar dagar veit, at har er ein vitan, sum bert fáur, um nakar, man eiga í dag.
Mær hevur hepnast at verið nógv saman við Jóhan seinastu mongu árini. Eg havi kent tað, sum sat eg við Gamaliels føtur. Eitt gott kvøld í Stoffalág saman við Jóhan og Marjun, við hugfarsligum prátið um farnar dagar í Havn – ella sjavsspælið – gev mær tað túsund ferðir heldur enn eksotisk ferðamannamál!
Tey týsku bumbuflogførini órógva ikki longur. Sangurin og tónleikurin úr lonuni hjá Kisan & teimum er langtsíðani tagnaður. Losjuvøllurin er ikki til meira – og heldur ikki Andrias R Jacobsen. Og KFUM er langt síðani farið í søguna som hondbóltslið.
Men B36 ER føroyameistari – og á liðnum spælir Andrias Eriksen, abbasonur Jóhan.
Á ja, so mangt er broytt hesi mongu árini síðani smádreingirnir á Tinghúsvegnum og Jóhan spældu bólt summarkvøldini.
Men Jóhan er enn hin sami, og í dag verður hann 80!
Gleði meg at sessast saman við tær í Varde í kvøld, Jóhan – til hugnaliga samveru og gott prát. Hjartaliga til lukku við stóra degnum!!
----------
jc