Johan á talvuna í Horsens

Horsens er á veg ímóti uppflyting, meðan tað hjá Frem, sum aftur hesa ferð bara fekk eitt stig, tykist síggja svartari út

DANMARK 1./2. DEILD

Tað gongur strúkandi hjá Horsens og Johan B. Hansen. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Brønshøj, og høvuðsstaðarliðið varð sent til hús aftur við 3-0 tapi í viðførinum. Johan B.Hansen er fastur maður á Horsens liðnum, og hesa ferð var tað føroyski landsliðsspælarin, sum setti hol á málskjótingina. Tað gjørdi hann, tá ið ein hálvur tími var farin.
Horsens er oddalið í næstbestu deildini. Teir eru átta stig frammanfyri triði fremsta liðið, sum er Frem, og tað skal vilja meiri enn illa til, um Horsens eftir summarsteðgin ikki fer at verða partur av bestu deildini.
Hjá hinum føroysku feløgunum hilnaðist tað ikki væl. Glottin er, at føroysku landsliðsspælararnir, Andrew av Fløtum í Fremad Amager og Jón Rói Jacobsen í Frem, eru fast inventar á liðunum.
Frem var á útivølli á Gentofta Stadion, har HIK megnaði 1-1 ímóti teimum. Frem hevði bóltin størsta partin av tíðini, men teir megnaðu ikki at fáa mál, og so gjørdist tað serliga strevið, tá ið heimaliðið fyrst skoraði.
Í fyrstu umførunum eftir vetrarsteðgin hevur tað ikki hilnast væl hjá Frem, og nú tykist møguleikin fyri uppflyting at vera lítil.
Sønderjyske er næstfremst. Hesa ferð áttu teir heimavøll ímóti Vejle. Nógv er broytt í jyska fótbóltinum. Tað er ikki so langt síðani, at Vejle var millum flaggskipini, meðan Haderslev og Suðurjylland sum heild vóru í lægru deildunum. Sønderjyske var sannførandi, og teir vunnu 4-0 á Vejle.
Fremad Amager var í Ølstykke, og teir taptu 1-0. At Ølstykke framvegis hevur takið á Fremad Amager noyddist fyrrverandi Ølstykke venjarin, Benny Johansen, sum nú hevur ábyrgdina av Fremad Amager, at sanna.

Christian vandamikil
Í triði bestu deildini hilnaðist tað væl bæði hjá Lyngby og Christian Lamhauge Holst og hjá Holsterbro og John Petersen. Talan var um botnuppgerð, tá ið Holsterbro vitjaði í Værløse. Holsterbro vann 2-0. John Petersen taldist ikki millum málskjúttarnar hesa ferð.
Hóast teir vunnu øll stigini, so eru teir í Holsterbro framvegis í vanda fyri at missa plássið í deildini.
Lyngby átti heimavøll ímóti Aarhus Fremad. Eingin ivi var um styrkismunin. Lyngby vann 5-0, og Christian Lamhauge Holst, sum hevur roynt seg á føroyska landsliðnum, skaraði framúr sum málskjútti. Hann skoraði trý mál ? til 1-0 í 15. minutti, til 3-0 í 51. minutti og til 3-0, tá ið tað restaði eitt korter.
Á støðutalvuni bendir einki á, at Lyngby skal fara nakran veg ? hvørki uppeftir ella hinvegin.