Ein føroyskur landsliðsspælari umboðaði annan partin.Teir taptu, og harvið minkaði sannlíkið rættuliga nógv fyri, at hesin landsliðsspælarin, sum eitur Jón Rói Jacobsen, og felagið hjá honum, Frem, næsta kappingarár verða partur av superliguni.
Ein annar føroyskur landsliðsspælari plagar at umboða hin partin. Teir vunnu, og harvið vaks sannlíkið rættuliga nógv fyri, at hesin landsliðsspælarin, sum eitur Johan Byrial Hansen, og felagið hjá honum, Horsens, næsta kappingarár verður partur av superliguni. Johan Byrial Hansen var ikki við í sjónvarpaða toppdystinum. Hann kom ikki aftur til Danmarkar fyrrenn dystardagin, eftir at hann í eina viku hevði verið í Føroyum í landsliðsørindum.
Horsens vann 2-1. Í steðginum stóð á jøvnum 1-1, eftir at Jón Rói og liðfelagarnir hjá honum í Frem greitt høvdu verið leikliga omaná og høvdu javnað. Tíðliga í 2. hálvleiki legði Horsens seg aftur á odda, og hóast Frem royndi at leggja trýst á - eitt nú við at flyta Jón Róa Jacobsen fram í álopið - so komu ikki fleiri mál.
Harvið er Horsens á odda við 60 stigum. SønderjyskE hevur 58 stig, og Frem hevur 56 stig. Næstsíðsta umfarið verður í vikuskiftinum.
Tá hevur Horsens møguleika á Eysturbrúgv í Keypmannahavn, har Skjold verður mótstøðuliðið, at tryggja sær uppflyting í superliguna. Frem skal spæla á heimavølli ímóti longu niðurflutta B93, og Næstved, sum er í trongum skóm, skal spæla á heimavølli ímóti SønderjyskE. Vónin hjá Frem og Jón Róa Jacobsen er, at SønderjyskE skal kiksa í Næstved.
Andrew av Fløtum og liðfelagarnir hjá honum í Fremad Amager skulu spæla á heimavølli ímóti Brønshøj.