Føroyska Jóhanna Fossdalsá er úttikin til danska A-landsliðið, sum skal á venjingarlegu í Marbella og skal spæla venjingarlandsdyst móti Eysturríki. Jóhanna Fossdalsá spælir við svenska BK Häcken.
18 ára gamla Jóhanna Fossdalsá er føroysk og kann velja millum føroyska og danska A-landsliðið. Reglugerðin hjá FIFA sigur, at hevur ein spælari spælt ein kappingardyst í FIFA-samanhangi, so fangar borðið.
Sum skilst, so verður Jóhanna Fossdalsá ikki læst á danska landsliðnum, um hon spælir í komandi venjingarlandsdystinum, men tað verður hon, um hon spælir ein undankappingardyst. Hon hevur í samrøðu við Kringvarpið givið til kennar sínar ambitiónir, um at spæla á danska kvinnulandsliðnum.
Danski landsliðsvenjarin, Andrée Jeglertz, sigur við DR, at hann heldru at Jóhanna Fossdalsá hevur fleiri av eginleikunum, ið hann vil hava á miðvøllinum hjá danska landsliðnum. Hann rósar samstundis talentmenningini í Danmark, fyri at hava ment føroysku Jóhanna Fossdalsá.
Hon er ein av 26 spælarum á danska kvinnulandsliðnum, ið telur nøvn sum Pernille Harder og Nadia Nadim.
Málverjar:
Amanda Brunholt, FC Nordsjælland (mulig debutant)
Alberte Vingum, HB Køge
Maja Bay Østergaard, Växjö DFF
Verjuspælarar:
Stine Ballisager, Kansas City Current
Sara Thrige, PSV
Caroline Pleidrup, Sassuolo
Emma Færge, Fiorentina
Isabella Obaze, Portland Thorns
Sanne Troelsgaard, Roma
Frederikke Thøgersen, Inter
Sofie Svava, Real Madrid
Miðvallarar:
Rikke Marie Madsen, Everton
Janni Thomsen, Vålerenga
Josefine Hasbo, Harvard Crimson
Kathrine Kühl, Everton
Jóhanna Fossdalsá, BK Häcken (mulig debutant)
Karoline Olesen, Everton
Emma Snerle, West Ham
Sofie Bredgaard, FC Rosengård
Olivia Holdt, FC Rosengård
Pernille Harder, Bayern München
Áleyparar:
Cornelia Kramer, HB Køge
Amalie Vangsgaard, PSG
Signe Bruun, Real Madrid
Caroline Møller, Real Madrid
Nadia Nadim, AC Milan