Óli Jacobsen
Hevði tann gamli bóndin Bærint Jacobsen (1790-1871) vitað til sín í dag, hevði hann kunnað glett seg um sínar nógvu eftirkomarar, sum eisini hava sett síni merki á føroyska samfelagið á mongum økjum.
Bærint festi 12.12. 1815, og hann giftist 27.8 1817 í Kollafjarðar kirkju við Helenu Mariu Elisabeth Dam f. 1794 úr Kollafirði.
Tey fingu átta børn:
Jacob Bærentsen f. 1818 á Sundi og deyður á Sundi, helst deyður ungur.
Hans Vang Bærentsen (1820-1850). Giftist við Inger Müller, systir H.C. Müller, kenda sýslumannin. Hann druknaði bert 30 ára gamal. Tað er hansara ætt, sum framvegis hevur garðin á Sundi. Henda ættargreinin varð umrødd í Miðvikuni í 2007.
Jens Sigvald Bærentsen, f. 1822, deyður á Sundi.
Bærent Bærentsen (1825-1896). Sagt verður á alnótini, at hann “var en færøysk offiser og politiker. Han tok examen artium og tok utdannelse i den danske hæren. Han var først sekondløytnant, og premierløytnant fra 1854. Kaptein fra 1879, oberstløytnant fra 1887, og senere oppsynsmann ved Blegdamshospitalet i København. Bærentsen var innvalgt på Folketinget 1872–1884. Hann doyði í Keypmannahavn.
Súsanna Maria Bærentsdóttir f. 1827.
Enok Bærentsen (1831-1900) kendur sum handilsmaður og politikari. Hann var ein av teimum, sum bjóðaði inn til jólafundin í 1888. Eisini var hann pápi einasta føroying, sum hevur verið amtmaður, Christian Bærentsen. Báðir feðgarnir eru fyrr umrøddur í hesi røð.
Thean Jardis Bærentsen f. 1833, doyði í 1840 á Sundi.
Søgan um Johannes Bærentsen
Yngstur av systkjunum var Johannes Bærentsen (1835-1918).
Í síni dagbók nevnir Christoffer Michael Olsen hann fleiri ferðir.
Tann 26. apríl 1851 fór Johannes niður at læra til skómakara.
Beiggi Christoffer Michael, Pram, hevði verið í skómakaralæru í Danmark, men lærumeistarin hevði verið so vánaligur, at hann var rýmdur frá honum heim til Føroya. Hann kom so í læru hjá Johannes Bærentsen fyrst í 1856.
Tað hevur verið væl millum húsin, tí tann 16. desember 1855 sama ár verður sonur Christoffer Michael doyptur og Johannes Bærentsen var ein av gubbunum.
Tann 19. apríl 1856 mátti Pram úr læruni, tí Jóhannes skuldi til Keypmannahavn, og tann 25. apríl fór hann til Danmarkar við Hector.
Johannes giftist í 1857 í Danmark við ta bert 17 ára gomlu Rasminu Carolinu Jacobsen, f. 1857 í Helsingør, og tey flyta nakað skjótt til Føroya.
Tað má hava verið eitt øgiligt umskifti hjá hesi ungu gentu at koma úr Helsingør og Keypmannahavn á Sund at búgva. Hagar vóru tey í hvussu er komin í 1860, tá ið fyrsta barnið var føtt. Her fekk hon síni 10 børn í 20 ár.
Tað vóru bara tvey hús á Sundi. Í hinum húsinum búði ættin hjá beiggja Johannes, Hans Vang, við húski. Tað verður sagt, at Johannes legði inn trøð á Sundi. Jacob Reinert, sum vaks upp á Sundi, minnist at tey sum børn kundu finna leðurpetti frá skómakaraarbeiðinum á trøðni.
Tað kann í dag tykjast løgið, at tað bar til at vera skómakari á Sundi. Men kanska hevur hetta ligið væl fyri. Umframt av Sundi, har tað kundu búgva nokk so fitt av fólki, vóru kundar av Hvítanesi, Hoyvík, Norðradali og Kaldbak. Kanska eisini aðra staðni við.
Í Havn vóru fleiri skómakarar, og í 1893 flytir Johannes kortini til Havnar. Tey búsettust fyrst í húsunum hjá Bauer, katólska prestinum, í Rættará.
Í 1896 keypir Johannes Nýggjustovu niðri í Gongini. Har innrættaði hann skósmiðju á loftinum.
V. U. Hammershaimb átti húsini, eftir at mamman er deyð. Men hann skeytar tey til sonin Hjalmar Hammershaimb. Hann selur húsini longur aftur í 1896 til Johannes Bærentsen. Abbadóttir hansara, Kate Niclasen, kend frá HNJ-bókhandli, arvaði húsini eftir pápa sín, Edward. Húsini eigur Eirikur Lindenskov nú.
Deyðslýsing og minningarorð
Í Dimmalætting 26. Juni 1918 er henda lýsingin:
At Vorherre har hjemkaldt vor højt elskede Fader
Johannes Bærentsen
Søndagen den 23.ds bekendtgøres herved paa Familiens og egne Vegne,
Vilhelmine Bærentsen
Begravelsen sker om Gud vil Torsdagen den 27.ds kl. 1.
Dimmalætting skrivar 29. juni:
Skomagermester Johannes Bærentsen afgik Søndag ved Døden i sit Hjem her i Byen. Han voksede op i Bygden Sund, hvor Faderen var Kongsbonde. Blandt hans Brødre kan nævnes Oberstløjtnant Bærentsen og Dimmalættings mangeaarige Redaktør E.D. Bærentsen. Skomagermester Bærentsen blev uddannet i København, hvor han fandt sin Hustru, der døde for et par Aar siden. I flere Aar drev han sin Forretning fra sin Fødebygd, men nedsatte sig senere her i Thorshavn, hvor han ikke alene blev skattet af sin talrige Kundekreds som en dygtig og samvittighedsfuld Skomager men vandt sig mange Venner.
Rasmina og Johannes fingu hesi børnini:
Helga Helena Vilhelmina (1860-1937). Var økonoma. Hon er jarðað undir liðuni á pápa sínum. Hon hevði pensjonat í Nýggjustovu
Jacob Bernardius f. 1863. Giftist í Danmark við Amandu.
Hansina Agnes Theodora. Gift í 1897 í Suðuroy við Hans Petur Hendrik Groth Nolsøe (1862-1934). Flutti til Vestmanna, har hann var keypmaður. Ein sonur teirra, Hans (1899-1966), gjørdist tingmaður fyri sjálvstýrisflokkin 1936-1943. Eisini var hann limur í kommunustýrinum 1927-50. Hann giftist við systkinabarninum Hildur Anna, dóttir Bernardius.
Hans Charles f. 1868. Giftist við Susannu Elisabeth Dimon f. 1866 á Tvøroyri.
Fransiska Maria Dagmar f. 1870. Giftist við Jacob á Rógvu (1863-1929). Tey fingu 14 børn, av teimum kom tey 13 til. Øll á Rógvu eru frá teimum. Umframt eru mong onnur, sum Jákup Sverri Joensen, kendur sum fiskifrøðingur.
Karl Sofus (1873-1949) fyrr umrøddur í hesi røð.
Edvard Albert 1874-1954. Giftist í 1894 við Onnu Hansen, f. 1871. Hann gjørdist eisini skómakari og arbeiddi saman við pápanum. Tá ið hann doyði tók Edvard við verkstaðnum í Nýggjustovu.
Anna Jacobina Frederikka f. 1875. Giftist við Karl Vilhelm Hansen, seinni Fossaa (1874-1949 úr Vestmanna. Hann gjørdist ein kendur bakari í Havn.
Janetta Amalia f. 1877. Doyði 10 ára gomul í 1887.
Jeanetta Amalia Betzy (1880-1957). Giftist við Berint Vang (1884-1966) í Miðvági.
-----
Komandi partur
Í komandi parti um tríggjar vikur verður greitt frá Johannes Christian Dam. Hann var verfaðir skaldið Martin Joensen. Í Miðvikuni í aðru viku verður ein Bærentsen ættargrein