Ein snøggur fuglfirðingur verður níti ár 21 september - fattur í herunum, lættur upp á sporið og eins fryntligur, sum ein 20 ára unglingi. Hann er ættaður úr Funninigi ? sonur til Carolinu og Osvald. Hann hevur livað megin partin av fyrru øld og hevur trinið inn í nýtt árhundrað og nýggja øld. So hann er nóg gamal at vita av. Um hetta er orsøkin til tey mongu árini, er ilt at siga, men slektin í báðar ættir eldist væl.
Skómakarin er Johannes. Annað navn var ikki millum manna. ?Far heim til skómakaran, bið hann bøta upp á hesar skógvarnar til sunnudagin.?- ?Jú, kom aftur leygarkvøldið?. Heim aftur leygarkvøldið. Tá slapst tú at sita undir bitunum í hjallaranum eina góða løtu og bíða, meðan hann legði síðstu hond á verkið. So varð prátað, og sum flestu vaksin gjørdu í bygdini, argaði hann teg eitt sindur. Hetta varð bara uppfatað sum spæl.
?Mamma tín fær ikki hesar skógvarnar til sunnudagin. Hon skal á leistum í kirkju, ella hon kann fara í svartaskógvarnar hjá pápa tínum!? Og so var látur. Skemtið bar brá av barnsligum, uppkiptum fyrimyndum, sum í barnasinninum fóru aftur við borðinum sum nakað stuttligt: Síggja mammu fara í kirkju í svartaskóm hjá pápa, ja, alt bar til, men, men, men?
Maskinurnar snurraðu, og skómakarin stóð í síni kittlitaðu svintu í sissheimi og gjørdi hetta so snøkt, sum til bar. Dyggur var hann í sínum handverki, og væl visti hann eisini, at skógvarnir skuldu skína. Tað skuldi standa eftir, tá ið farið varð inn eftir kirkjugólvinum sunnudag, at verkið var til fulnar gjørt, og einki krotusmíð hekk uppi yvir hali ella leisti. Sjálvandi visti Skógmakarin um alt hetta. Mundi tað ikki honum eisini vera ein dygd, at kvinnurnar fóru í skógvar serliga sunnudag, sum høvdu verið í hansara hondum kvøldið fyri? Orðið mótasýning var ikki uppfunnið um hetta mundið, og hevði henda gongd inn eftir kirkjugólvinum einki við tað at gera. Hetta var spurningur um æru, bæði hjá handverkaranum og hjá tí, sum í skónum var. Æran er fagrasta træ í skógini, og ærukær eru flest øll.
Lat tað eisini vera sagt, tá ið nomið varð við handverkið, at ikki vart tú kveistraður burtur, tá ið tú onkran regndag stakk inn á gólvið í Smiðjuni, Snikkaravirkinum hjá Jacob Olufi og Bedingini. Handverkið livdi í hvørjum króki, tú sást tað, kendi angan av tí, og tilevningin var goymd í onkrum króki, sum fyri eftirtíðina gjørdist til nakað dýrabart. Meðan tú bíðaði inni hjá Skómakaranum, var lív í hvørjum sekundi. Tíðin stóð still, hóast hetta var leygarkvøld. Eygað sá, hvussu alt fyrifórt, og tað var gott.
Johannus lærdi eisini ortupediskt skósmíð. Her skuldu bæði hegni og evni til at fara um allar teir føtur, sum vóru merktir av bága úr móðurlívinum ella skaða, sum hevði elvt til vanføri. Her skuldu listalig evni til. Jú, tú kanst vera góður listamaður, men alt endar í handverki, og so er spurningurin: Um tú ert góður handverkari ella ikki. Og her hevur Johannus verið hollur. Hann var knýttur at teimum, sum skuldu hava hetta slag av skóm og ikki minst, tey at honum. Tey komu úr øllum landinum til hansara, so sigast kann: Vælsignað veri hondin!
Ikki fer tann kittlitaða svintan frá mær. Hon var bæði impressionistisk og ekspressionistisk. Teir svørtu prikkarnir, ið livdu í plagginum, gjørdu Johannus til ein listaligan part av einum heimi, sum bara sæst niðri í Paris hjá t. d. Monèt, Gauguin og Delacroix.
Johannes kom sum ungur til Fuglafjarðar. Hann og Magnina (systirin) búleikaðu á Bakkanum dygst við smiðjuna (húsini hjá Høgna og Marthu) ta fyrstu tíðina. Johannus bleiv skotin í Ellu Fíu (Elin Sofíu) hjá Óla Miðgerði. Tey giftust 1936 og fingu sjey børn. Nú er væl av vatni runnið í á síðani tú fórt úr Funningi. Eg haldi, tær hevur dámt í Fuglafirði, og í dag ert tú millum elstu fólk í bygdini. Hábarslig vóru tit, tú og Elli Fía, og satt at siga ert tú eins snøggur tann dag í dag, hóast tú hevur mist tína betri helvt og nátt tey níggjuti.
Alexandra og eg ynskja tær hjartaliga til lukku við teimum níti árunum og blíðan byr framyvir.
Frits