Fríggjadagin 7. juli fingu tveir næmingar: Johannes Petersen og Djóni Petersen í Hovi, prógv sum kavarar
frá kavaraskúlanum Faroe Dive í Klaksvík. Teir hava í eitt tíðarskeið fingið grundleggjandi undirvísing í kaving. Nøkur av teimum evnum teir hava arbeitt við eru ástøði, kaving í svimjihøll og ikki minst kaving í sjónum. Ungu kavararinir hava fingið nógv burturúr undirvísingini og ætla sær at gera nógv við kavingina tá teir koma heim.