Jóhannis er nú formaður í Unga Tjóðveldinum

22. apríl hevði Unga Tjóðveldið landsfund, har nýggj landsnevnd var vald

Hin 22. apríl hevði Unga Tjóðveldið landsfund, har nýggj landsnevnd var vald. Nevndin sær nú soleiðis út:

 

Jóhannis Erlendsson, formaður

 

Marta Djurhuus Hammer, næstforkvinna

 

Jógvan Jón Henriksen, kassameistari

 

Tinna Andriasardóttir Jacobsen, skrivari

 

Ásgerð Stenberg Olsen, nevndarlimur

 

Bjørg Hoydal Brimnes, nevndarlimur

 

Brynjar Levi Stóra, nevndarlimur

 

Villiam Meier, umboð fyri Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið

 

Anna Maria Venned, tiltakslimur

 

Krista Krossá Johansen, tiltakslimur

 

– Vit gleðast um, at vit hava fingið eina stóra og fjølbroytta landsnevnd, sum hevur limir úr fleiri økjum í landinum, og sum er væl umboðað av báðum kynunum, skrivar felagið.

 

Landsnevndin hevur sett sær nøkur mál, sum vit ætla at leggja serligan dent á komandi árið:

 

Lærlingar og lesandi:

 

Samfelagið hevur tørv á fólki við yrkisútbúgvingum, og tí er tað sera umráðandi, at vit tryggja lærlingumvirðiligar arbeiðsumstøður og eina løn, sum tey kunnu liva fyri.

 

Lesandi á miðnámi skulu kunna nýta føroyskt undirvísingartilfar, og tí skal ferð setast á arbeiðið at framleiða hetta. Møguleikarnir fyri hægri lesnaði í Føroyum skulu framhaldandi víðkast. Lesandi undir 18 ár eiga at fáa sama studning sum onnur undir somu útbúgving.

 

Ung á arbeiðsmarknaðinum: Tað hevur sera stóran týdning, at ung fáa eina góða byrjan til lívið á arbeiðsmarknaðinum.

 

Tí skulu vit tryggja ungum virðiligar arbeiðsumstøður og kunning um rættindi, sáttmalar o.s.fr.

 

Bústaðir: Byggjast mugu fleiri leigubústaðir og alment gagnligir bústaðir. Bústaðarmarknaðurin skal verða fjølbroyttur, við t.d. eigara-, leigu- og lutaíbúðum