Johannudagur við góðum veðri og vatnkríggi

.

Johanudagurin í Vági í dag hevur gingið væl, og tað hevur verið sum á jóansøku! Nógv fólk, og undirhald til bæði børn og vaksin.

 

Brimil og træskipini hava havt opið skip, og børnini kundu royna hoppiborg, og í kørum sást ymiskt, ið annars er á havsins dýpi, og klokkan 16 ljóðaði lúðurin á Brimli, og so var stóra vatnkríggið í gongd.

 

Togtogan var millum næmingar í 10. flokki og næmingar á Ítróttaháskúlanum. Annar parturin stóð á Smyrlabryggjuni og hin á bryggjuni við djúphavnina, og tað gjørdust næmingar á Ítróttaháskúlanum, ið endaðu á blámanum. Helst høvdu teir ikki so nógv ímóti tí, tí dagliga síggjast næmingar á ítróttaháskúlnaum á Vágsfirði, har teir antin svimja, rógva kajakk ella annað.

 

Í kvøld hevur verið møguleiki at keypa sær vældámdu Johannubúffarnar, ið manningin á Johonnu grillar, og í kvøld er dansur á bryggjuni.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

Myndir: DO, ES, DS