Mamma er dóttur Joen Peter F. Hentze, vanliga nevndur Jóan Petur hjá Hermundi, og Mariu Vang, eisini nevnd Maria hjá Símuni í Giljum.
Longu sum 2 ára gomul varð hon send einsamøll til Danmarkar í viðgerð fyri mjadnabrek. Tíðliga í tríatiárunum varð eingin annar møguleiki, og í nærum trý ár var mamma á donskum viðgerðarstovni – foreldrini vóru eftir í Føroyum, men av og á vitjaði ein hvalbiarkona í Keypmannahavn hana. Á henda hátt fingu tey har heima boð um, hvussu gekst mammu. Tá hon kom heim aftur, tosaði hon sum vera man bert danskt, og kendi ongan av sínum kæru.
Familjan var tá eisini økt við einum lítlabeiggja, sum var Sigvald. Og stóribeiggin Hermund hevði nú fingið lítlusystrina aftur.
Sum 11 ára gomul varð mamma faðirleys, tá ið abbi okkara varð tikin út av broti á Hvalbiareiði. Eftir sat omman við trimum børnum.
Eftir kríggið, tá ið mamma var 16 ár, gekk leiðin til Havnar at leita sær arbeiði. Við góðari hjálp frá ættarfólki úr Hvalba fall mamma skjótt væl til í Havn. Rachel við Bakkhús, sum var gift í Havn, varð tilhaldið hjá mammu nógv tey fyrstu árini. Hetta var mitt í býnum í Niels Finsensgøtu, og føldi mamma seg heima har. Pauli var tá smádrongur, og vórðu tey sum systkin.
Stutt eftir, at heimastýrið varð stovnað í 1948, fekk mamma skrivstovulærupláss á Færøernes Oppebørselskontor, sum í dag er Gjaldstovan. Arbeiðið hennara var at grannskoða toll – og her vórðu grundarsteinarnir lagdir fyri alla hennara yrkisleið. Trúfestið móti arbeiðinum hevur verið stórt, tí hon røkti hetta arbeiðið í yvir fimmti ár. Hon hevði hóast hetta skiftandi arbeiðsgevarar, tí grannskoðan landskassans av tolli flutti gjøgnum tíðina millum privatar grannskoðarar og almennar stovnar.
Tað var skjótt, at mamma fann sær vinfólk í Havn. Hennara lívsglaða lyndi gjørdi tað lætt at koma í samband við onnur ung. Her hitti hon eisini Berlinu úr Syðrugøtu, og blivu tær vinkonur fyri lívið.
Summarferiurnar fór hon altíð suður til Hvalbiar. Um hetta mundið giftist omman uppaftur við Jákupi Midjord í Hvalba, og fingu tey einkarsonin Virgar. Tað var altíð ein frøði hjá mammu at verða saman við familjuni teir fáu dagar, ið ferian tá var.
Í 1960 giftist mamma við Sam úr Haskatrøð í Dali, og um somu tíð keyptu tey hús úti á Argjum. Hetta var ørskapur, hildu vinfólkini í Havn, tí Argir var tá fjarskotin bygd frá Havnini.
Mamma man vera ein tann fyrsta úti á Argjum, sum gjørdi nógv burturúr at hava ein vakran urtagarð kring húsini. Hetta hevur verið stóra frítíðarítriv hennara øll árini. Mamma elskar litfagrar blómur, og helst skal vera tætt millum ymsu sløgini. Tað eru mong argjafólk, sum hava lagt leiðina fram við urtagarðin at hyggja, finna íblástur og fáa avleggir. Hesir eru nú við til at fríðka aðrar urtagarðar á Argjum.
Mamma er sera familjukær, og heim okkara á Argjavegnum hevur altíð verið opið fyri familju og vinfólki. Við tað, at bæði foreldur okkara koma av bygd, so hevur tað verið ein natúrligur partur av heimalívinum, at havt familju búgvandi í styttri og longri tíðarskeið. Soleiðis hevur heimið fyri okkum verið ein karmur um eina hugnaliga samveru við familju, har eldri og yngri ættarlið hava búleikast saman.
Eyðkennið fyri mammu hevur altíð verið eitt lætt og skemtingarsamt lyndi – stutt er til látur, og væl dámar henni at vera saman við fólki til samveru og skemt. Mamma leggur altíð dent á tað positiva í tilveruni. Harafturat hevur hon treiskni og áhaldni til at fullføra tað, hon hevur sett sær fyri.
Fyri okkum synir hava mamma og pápi altíð stuðlað okkum í øllum lívsins viðurskiftum, líka frá skúla, ítrótti til annað felagslív, so at vit skuldu fáa tað besta grundarlagið at byggja víðari á. Glað vórðu tey, tá ið vit báðir fluttu heimaftur til Føroya eftir lokna útbúgving og yrkisleið. Nú er familjan aftur saman, og ikki minst eru tað løturnar við ommu- og abbabørnunum, sum nú týða nógv í gerandisdegnum.
Góða mamma, báðar familjur okkara ynskja tær hjartaliga til lukku við sjeytifimm ára føðingardegnum, og alt tað besta í komandi tíðum.
Føðingardagurin verður hildin leygardagin tann 9. desember millum kl. 10 og 14 í Róðrarneystinum á Argjum, har familja, vinir og kenningar eru hjartaliga vælkomin til brunch.
Jóannes og Jóan Petur