John Hurt deyður

Hann var best kendur frá sínum leikluti sum Elefantmaðurin

Bretski sjónleikarin John Hurt, er deyður, 77 ára gamal.

 

John Hurt var kendur fyri fleiri leiklutir í vælkendum filmum so sum Harry Potter, V for Vendetta og Alien.

 

Hann var kanska best kendur fyri sín leiklut sum Elefantmaðurin í filminum The Elephantman frá 1982. Áðrenn tað hevði hann tó eisini vunnið eina Golden Globe fyri sín leiklut í filminum Midnight Express frá 1978.

 

John Hurt var tvær ferðir í uppskotið til Oscar heiðursløn. Fyrstu ferð í 1979 fyri besta eykaleiklut í filminum Midnight Express. Aðru ferð sum besta leiklut fyri The Elephant Man.