Í dag verður eitt serligt Fótbóltspaneli í samband við, at fýra dystir í 8. umfari í Effo-deildini verða spældir í kvøld. Tí verður eitt eyka Fótbóltspanel í dag frá klokkan 16 til 17.
Fótbóltspanelið verður á Rás2 í dag millum klokkan 16 og 17
Í samband við at Rás 2 millum annað sigur frá slagnum um Havnina millum B36 og HB, so vera tveir legendariskir áleyparar úr grannafeløgunum í panelinum. Teir eru John Petersen og Andrew av Fløtum.
Skálamaðurin John Petersen hevur kultstatus í B36, eftir at hann kom til felagið í 1997 og vann FM fyrsta ári. Tað sama kann sigast um Andrew av Fløtum í HB. Hann er í nógvar mátar ímyndin av spælistílinum hjá HB seinnu árini.
Teir fara at skifta orð um 8.umfar í Effo-deildini, har vit millum annað fara at spyrja teir báðar um bestu og ringastu upplivingarnar í samband við grannauppgerðirnar í Havn.
Í samband við sendingina burturlutar Fótbóltspanelið eitt atgongumerki til Voxbotn.
Effo-deildin 8. umfar:
Í gjár:
TB-NSÍ 2-1
Í dag:
B36-HB (18.00) Beinleiðis á Rás2
Víkingur-KÍ (18.00) Beinleiðis Rás2
AB-Skála (18.00)
B68-ÍF (19.00)