Ein góð íbúð, ein bilur, og ein góð løn (eingin vil siga hvussu góð). Hetta er tað, sum John Petersen fær, tá hann seinni í vikuni fer til Íslands, har hann skal spæla í Leiftri saman við Jens Eriki Rasmussen og gomlu liðfeløganum í Gøtu. Sámali Joensen og spælandi venjaranum Jens Martini Knudsen.
Umstøðurnar líkjast tí, sum nógvir dreingir droyma um, at tær skulu vera hjá teimum, tá teir gerast yrkisspælarar. Onkur sigur kanska, at tað einasta, sum restar í Íslandi, er tað góða veðrið, sum er longri suðuri í Europa.
Men sambært venjaranum, Jens Martini Kundsen, kemur John Petersen yvir til fagrasta summarveður á Ólafsfirði:
? Her eru 25 hitastig, og hann sigur framvegis gott summarveður, sigur Jens Martin, sum var á veg til venjingar, tá vit á fangaðu hann í telefonini á middegi í gjár.
Og venjarin hjá Leiftri er ikki í iva um, at teir hava gjørt eitt rimmar kubb, nú teir hava fingið John Petersen í hópin:
? Øll í Føroyum vita, at John er ein fínur fótbóltsspælari, sum so at siga hevur allar tær dygdir, sum ein spælari skal hava. Men eg vil siga, at førleikarnir hjá John fara at vera uppaftur meiri týdningarmiklir fyri okkum, enn teir hava verið í Føroyum.
Hvussu tá?
? Íslendingar eru ógvuliga væl fyri, tá tað kemur til konditión. Í so at siga øllum dystunum pakka liðini seg saman í verjuni, og so dúva tey uppá langar bóltar fram til ein ella tveir álopsspælarar. Tí er tað so ómetaliga týdningarmikið at hava spælarar frammi á vøllinum, sum eru førir fyri at halda uppá bóltin. Tað megnar John, og so er tað ein eyka styrki, at hann eisini er førur fyri at skapa sær málmøguleikar og at skora mál.
Hvar ætlar tú at brúka hann á liðnum?
? Vit spæla 4?3?3. Higartil hava vit verið noyddir at havt Sámal Joensen sum álopsspælara frammi í høgra borði. Nú fara vit at seta John Petersen í tað plássið, og so fer tað at styrkja um miðvøllin, at Sámal kemur afturat. Sámal fer at kappast við Jens Erik, ein íslending og ein brasiliumann um trý miðvallarpláss, men eg rokni ikki við, at føroyingarnir fara at smæðast burtur í tí kappingini, sigur Jens Martin Knudsen av Ólafsfirði.
Spælandi venjarin hjá Leiftri ætlar, nú John Petersen kemur til felagið, at arbeiða miðvíst við at leggja spælið um, soleiðis at teir fara at spæla minni uppá kontra og heldur fara at flyta alt fólkið longri fram.
Spenningurin er stórur á Ólafsfirði at síggja nýggja føroyingin, sum hevur spælt 25 landsdystir og sum hevur skorað eitt mál, umframt at hann hevur verið við til at vinna eitt FM heiti við B36 og trý FM heiti við GÍ.
Gamal dreymur
Síðstu smálutirnir í avtaluni millum Leiftur og B36 komu upp á pláss í gjár. B36 fær eitt sindur av pengum fyri John Petersen. Sáttmálin, sum John hevur havt við B36, hevur verið galdandi inntil í summar. Tað vil við øðrum orðum siga, at um B36 ikki hevði viljað verið við til flytingina nú, so høvdu teir ongar pengar fingið burturúr, tá sáttmálatíðarskeiðið var farið.
John Petersen er liðugur við skúlagongdina á læraraskúlanum. Tað resta nakrar próvtøkur. Uppskriftin í tí sambandinum verður tann sama, sum hon var hjá Jens Martini Kundsen, tá hann spældi í Leiftri samstundis sum hann gekk til HF próvtøku á Kambsdali. Jens Martin fleyg heim til próvtøkurnar, og tað tóktist ikki bila, tí úrslitini vóru sera góð.
? Vit missa ein fínan spælara. Sjálvandi fara vit at sakna John, men tað hugaliga er, at higartil í ár hevur tað víst seg, at sjálvt um vit hava mist næstan eitt heilt lið av góðum spælarum, so hava vit megnað at sett okkara egnu við. Støðutalvan vísir, at higartil hevur smeiturin ikki verið meinur, sigur Kristian á Neystabø, formaður í B36.
John Petersen, sum áður hevur verið til royndarvenjingar bæði í Noregi og í Sveis, dylur ikki, at tað er ein gamal dreymur at gerast yrkisspælari. Hann segði við Rás 2 sunnukvøldið, at í Íslandi skal hann ikki gera annað enn at spæla fótbólt:
? Eg síggi soleiðis uppá tað, at tað skuldi vera nú, um tað skuldi vera, og eg eri væl nøgdur við tilboðið frá Leiftri og umstøðurnar, sum tær eru á Ólafsfirði, segði John Petersen við Rás 2 ítróttin sunnukvøldið.
Leiftur hevur tvær torførar uppgávur á skránni í teimum fyrstu umførunum í íslensku kappingini. Hósdagin skulu teir spæla á útivølli móti Akranesi við Una Arge á liðnum, og so skulu teir spæla á útivølli móti Fylkiri.