Um seks tíðina hóskvøldið vóru teir tríggir landsrættardomararnir Blinkenberg, Wage og Karsten Bo Knudsen komnir til ein úrskurð í málinum, har John Petersen var ákærdur fyri at hava neyðtikið eina 17 ára gamla gentu á vári 1995. Úrslitið var, at dómurin frá Føroya Rætti varð staðfestur. John Petersen er dømdur inn at sita í 10 mánaðir. Harafturat skal hann eisini rinda gentuni 30.000 krónur í endurgjaldi umframt at hann skal rinda fyri sakarmálskostnaðin.
Hóttan er eisini harðskapur
Ákærin legið í processini fyri við at vísa á, at av tí at so long tíð er farin síðani tilburðin, var talan um eitt trupult mál fyri báðar partar. Men hann helt tó ikki, at tíðin kundi vera avgerandi fyri, um John Petersen var sekur ella ei.
Ákærin helt, at bæði frágreiðingarnar frá gentuni og frá John Petersen sjálvum kundu nýtast sum grundarlag fyri at døma hann fyri neyðtøku. Hann vísti á, at John Petersen hevði greitt frá, at hann næstan beinan vegin hevði spurt gentuna, hvat foreldrini høvdu hugsað, um tey vistu um tey bæði, og síðani hevði hann tikið í bringuna á gentuni og var byrjaður at knappa upp. Áðrenn hevði hann biðið gentuna koma upp til sín, tí tey skuldu tosa um nakað týdningarmikið, men hann hevði bert tosað um alt møguligt, ið ongan týdning hevði.
Ákærin helt tað ikki kunna bera til hjá John Petersen at vita, at gentan vildi í song við honum, tí hann hevði sjálvur fyri rættinum greitt frá, at hon aldri áður á nakran hátt hevði sýnt, at hon hevði hug á honum. Harfturat helt ákærin, at aldursmunurin átti at fingið John Petersen at latið vera við at farið í song við gentuni.
Ákærin førdi fram, at gentan ikki tordi at rópa, tí hon visti at John Petersen er ein ógvusligur maður, og tískil kundi hann finna uppá at nýta harðskap móti henni, um hon gjørdi mótstøðu.
Tað, at frágreiðingarnar frá foreldrunum og frágreiðingarnar frá gentuni hóska væl saman, hóast tey ikki hava tosað nakað saman um málið, helt ákærin vera gott grundarlag fyri at døma John Petersen.
John Petersen hevði sagt við gentuna, at hann ikki ynskti at nýta harðskap móti henni, og hetta helt ákærin beinleiðis vera eina hóttan móti henni. Hann vísti á, at ein hóttan um harðskap er eins álvarslig, sum um talan var um veruligan harðskap. Í hesum sambandi vístí ákærin á, at fólk, ið hava nýtt slíkar hóttanir, í fleiri førum hava fingið dóm fyri veruliga harðskap. Hann kallaði hetta fyri "udnyttelse av fysisk overlegenhed".
Tað, at gentan og foreldrini beinan vegin høvdu sagt við læknan, at talan var um neyðtøku, ið var framd av einum høgtstandandi politikkara, kundi nýast sum próvførðsla fyri, at talan als ikki var um eina íspunna søgu.
Ákærin helt ikki, at talan á nakran hátt mátti vera um at linka dómin frá Føroya Rætti, men heldur at skerpa hann.
Tíðin avgerandi
Í processini førdi Thomas Rørdam, verji hjá John Petersen, fram, at hann ynskti frídøming ella í øðrum føri linari revsing. Tó legði hann dent á, at málið ikki var kært fyri landsrættin fyri at fáa linari revsing, men fyri at fáa frídøming.
Thomas Rørdam førdi fram, at so long tíð var gingin frá hendingini til hon kom fram, at frásøgnin hjá gentuni var ávirkað av tosi og skriving um málið. Hann skuldsetti ikki gentuna fyri at lúgva, men vísti harafturímóti á, at tað er vanligt, at fólk sálarliga verða ávirkaði av slatri, so at sannleikin gerst ein annar enn tann veruligi sannleikin. Í hesum sambandi vísti hann á, at gentan eina tíð hevði búð saman við aðrari gentu, ið hevði verið offur fyri neyðtøku, og kundi hetta væl havt ávirkað gentuna. Hann helt, at um gentan hevði meldað beinan vegin, so hevði John Petersen betri grundarlag fyri at verja seg, tí so kundi hann víst á, hvar hann var teir ymisku dagarnar tær ymisku tíðirnar.
Kendi danski verjin royndi at vísa á, at John Petersen aldri hevði framt harðskap móti gentuni. Hann segði, at John Petersen varsilsliga hevði tikið í armin á gentuni, og tá hann aðru ferð tók í armin á gentuni, hevði hon sjálv sagt fyri rættinum, at hann tók harðari. Men Thomas Rørdam vísti á, at harðari enn varisliga ikki kann vera serliga hart, og tí metti hann ikki, at John Petersen hevði nýtt vald móti gentuni. Hann helt nevniliga ikki, at tað at taka í armin á nøkrum kann metast at vera harðskapur. Eisini varð víst á, at John Petersen heldur ikki hevði hótt gentuna við harðskapi.
Í sambandi við harðpskapin, vísti Thomas Rørdam á eitt mál, har ein lærari hevði hildið fast í armin á einum næmingi og ruskað hann heldur ógvusliga til, men hetta varð í rættinum ikki mett sum harðskapur
Víst varð eisini á, at gentan hevði góðan møguleika at fara, hóast hurðin var læst, tí allar hurðarnar í húsinum høvdu knarva á lásunum, og tí kundi gentan á 1 sekund læsa hurðina upp.
Verjin hjá John Petersen helt ikki, at allar frágreiðingarnar, ið komnar vóru fram í rættinum, kundu nýtast sum grundarlag fyri nøkrum dómi. Orsøkin til hetta var, at allar frágreiðingarnar føra aftur til frágreiðingina hjá gentuni.
Thomas Rørdam vísti á, at gentan kanska hevði sagt foreldrunum, at hon var neyðtikin fyri at fáa fosturtøku. Hann segði, at talan var um sera trúgvandi foreldur, ið ikki høvdu góðtikið, at gentan av óvart varð vorðin við barn og tískil vildi hava fosturtøku.
At enda samanlíknaði Thomas Rørdam støðuna hjá John Petersen við støðuna hjá Bill Clinton, forseta í USA . Hann førdi fram, at Monica Lewinsky hevði girnast Bill Clinton, tí hann var ein valdsmikil maður. Hetta segði hann eins væl kundi vera galdandi millum gentuna og John Petersen, og vísti hann á, at vanligt er, at ungar kvinnur girnast eldri valdsmiklum monnum.
Stóra ávirkan
John Petersen segði í rættinum, at málið hevði havt stóra ávirkan á seg og familjuna. Harafturat hevur tað somuleiðis oyðilagt nógv fyri byggifyritøku hansara.
Í næstum fær John Petersen innkallan til at møta í geglinum.