Nógvir av okkara heimligu elitutelvarum, umframt útisetar, settu dám á FM-snarkappingina. Telvað varð í Kommunuskúlaauluni leygardagin 6. juli. Millum teir 31 luttakararnar, sóust eisini fyrrverandi føroyameistarar, sum enn stríðast manniliga. Eitt nú gekst væl hjá brøðunum Andriasi og Súna Ziska.
Umframt veteranar og elitutelvarar, royndu nakrir ungir unglingar seg, og ein av teimum, Rani Baldursson, bardi seg heilt upp til eitt flott níggjunda pláss.
Fremstur alla kappingina
Longu frá fyrsta bríksli legði vinnarin John Rødgaard seg á odda, og har varð hann verandi. Tó skal nevnast at hann ongantíð var fleiri enn tvey stig fremstur, og tí varð spenningurin ongantíð í vanda. Níggju dupultumfør blivu telvd.
John, sum er kendur fyri at koma í tíðarneyð í nærum hvørjum einasta vanligum langtalvi, er øgiligur snartelvari (í snartalvi hevur ein 5 minuttir til alt talvið). Umframt at hava vunnið FM í snartalvi tríggjar reisir, í 1998, 2001 og í ár, hevur hann eisini verið danmarksmeistari í snartalvi.
Sum sagt varð spenningur um fremstu plássini, kanska meiri spenningur um annað plássið enn ovasta. Tað vórðu at kalla bert Torkil Nielsen, Jóan Hendrik Andreasen og Carl Eli N. Samuelsen, sum fylgdi við John í kappingini. Hesir fýra nevndu telvarar vóru í topp 5 eftir hvørt umfar. Martin Poulsen lúrdi onkrar ferðir í toppinum, men varð eitt sindur ov óstøðugur, eins og mangir aðrir.
Torkil bestan endaspurt
Undan seinasta umfarinum lá John fremstur við einum stigi, meðan Jóan Hendrik hevði eitt stig fleiri enn Carl Eli. Torkil varð á fjórða plássinum, men kundi við at vinna 2-0 á Jóan Hendrik ota seg heilt fram á annað pláss, um úrslitið hjá Carl Eli móti Herlufi Hansen fløskaði seg. Tá Carl Eli og Herluf býttu stigini, og Torkil megnaði at vinna við fullari úrtøku á Jóan Hendrik, so fekk Torkil loksins eitt væl uppiborið annað pláss, meðan Jóan Hendrik og Carl Eli deildu triða plássið. John leikti 1-1 móti Olaf, og varð tað nóg mikið til fyrsta pláss.
Sigast kann at Torkil yvirraskaði við sínari orkufreku telving, og prógvaði hann hendan leygardag, at enn er dugur í honum.
Hinvegin blandaðu Ólavur Simonsen, Hans Kristian Simonsen, Rani Nolsøe og eitt nú Olaf Berg, ikki seg í oddastríðið av álvara. Tað var eitt petti óvæntað, men í snartalvi er so ymiskt. Onkrir dagar vinnur man leikandi lætt, og aðrir hongur einki saman.
John Rødgaard vann sær, umframt FM-heitið, eina peningavirðisløn á 1500 krónur. Torkil Nielsen fekk 600 krónur fyri sítt avrik, meðan Jóan Hendrik og Carl Eli býttu 300 krónur. Teir undir 2000 í rating stríddust eisini um eina virðisløn, og hesa vunnu Suni Merkistein og Óli Joensen, báðir úr Havn. Besti telvari undir 1600 í rating varð Rani Baldursson úr Klaksvík, og vann hann sær eisini nøkur oyrur fyri ómakin.
Endaliga støðan í FM í snartalvi 2002:
1 IM John Rødgaard 14 av 18
2 Torkil Nielsen 12,5
3-4 Carl Eli N. Samuelsen 12
Jóan H. Andreasen 12
5 Martin Poulsen 11,5
6-8 Olaf Berg 11
Ólavur Simonsen 11
Herluf Hansen 11
9-12 Hans K. Simonsen 10,5
Òli Joensen 10,5
Suni Merkistein 10,5
Rani Baldursson 10,5
13-16 Sámal Christiansen 10
Ingolf Gaard 10
Andrias Ziska 10
Súni Ziska 10
17-18 Rani Nolsøe 9
Jákup á R. Andreasen 9
19-21 Tummas M. Anths. 8,5
Karl L. Johansen 8,5
Rógvi Mortensen 8,5
22-24 Jógvan Joensen 8
Helgi D. Ziska 8
Hanus Ingi Hansen 8
25-26 Henry Berg 7,5
Heri Thomsen 7,5
27-28 Jón Mikkelsen 7
Mannbjørn Anths. 7
29 Rógvi Hansen 6,5
30 Andrias Jacobsen 6
31 Hjalti Toftum 2