Enska fótbóltssambandið hevur frátikið John Terry heiðurin sum liðskipara á enska landsliðnum. Orsøkin er, at hann er skuldsettur fyri rasistiskan málburð. Rio Ferdinand sigur seg ikki vija hava liðskiparabandið aftur.
Enska landsliðið tykist nærkast eini upploysn heldur enn einum liðið, ið kann vinna EM endaspælið í summar. Í morgun gjørdi enska fótbóltssambandið greitt, at John Terry ikki verður liðskipari á enska landsliðnum. Hetta er aðru ferð, at hann missur heitið sum enskur landsliðsliðskipari.
Chelsea miðverjin er skuldsettur fyri at hava ført fram rasistiskan málburð móti miðverjanum hjá Queens Park Rangers, Anton Ferdinand, í einum dysti í oktobur, Enska fótbóltssambandið hevur ikki tikið nakra avgerð um John Terry er sekur ella ikki, tí málið er í løtuni eitt løgreglumál.
John Terry skal í rættin 9. juli, sum er eftir at EM endaspælið í Póllandi og Ukreina er avgreitt í summar. Enska fótbóltssambandið metir tó, at ein leikari, ið er skuldsettur fyri rasistiskan málburð, ikki kann verða liðskipari á enska landsliðnum.
Enska fótbóltssambandið skrivar í tíðindaskrivinum, at teir væntaðu at málið fór at verða avgreitt áðrenn endaspælið, men av tí at tað ikki verður avgreitt fyrr enn aftaná, so verður liðskiparabandið fyribils tikið frá John Terry.
Undan HM endaspælinum í 2010 misti John Terry eisini liðskiparabandið, eftir at tað kom fram, at hann hevði verið saman við konuni hjá liðfelagnum, Wayne Bridge. Tá bleiv Rio Ferdinand, sum er beiggi Anton Ferdinand, gjørdur til liðskipara. Skaðar gjørdu tó, at John Terry bleiv settur aftur sum liðskipari.
Manchester United miðverjin hevur umvegis sína Twitter síðu gjørt greitt, at hann ikki er sinnaður at verða liðskipari aftur. Hann leggur tó afturat, at um hann verður úttikin til endaspælið, so tekur hann fegin av møguleikanum.