John: Vit høvdu gott tak á teimum

John Petersen var millum teir bestu á føroyska liðnum sunnudagin

Ein av bestu føroysku leikarunum á vøllinum var skálamaðurin John Petersen.

Hann greiddi eftir dystin frá, hvat ið tað var, sum hendi, tá ið hann lá meiddur á miðjum vølli beint áðrenn kekkar fingu sítt mál.

? Eg fór upp at skalla og fekk tá ein alboga í høvdið. Sjálvur haldi eg ikki, at kekkin gjørdi tað við vilja, men tað metti dómarin so, tí at hann gav kekkanum seinna gula kortið og harvið tað reyða.

? Hvat ið síðani hendir, tá ið kekkar fáa mál, veit eg ikki, tí tá eri eg staddur uttan fyri vøllin og fái viðgerð frá hjálparfólkunum.

John Petersen metti eftir dystin, at orsøkin til at kekkar høvdu so fáar málmøguleikar var helst tann, at føroyingarnir stóðu seg so væl.

? Vit forðaðu teimum í at gerast vandamiklir, segði B36-áleyparin, sum á landsliðnum er fastur fúsur á miðvøllinum. Tær fáu ferðirnar, tá ið kekkar vóru um at gerast vandamiklir, var Jákup har, sum hann skuldi verða.

? Haraftrat er tað bara reint óhepni og ein framúr góð bjarging frá kekkiska málverjanum, sum forðar Allani í at fáa eitt útjavnandi mál í seinastu minuttinum.

John Petersen segði eisini, at hýrurin á føroysku leikarunum var sera ringur eftir dystin. Serliga tí at hetta var aðru ferð á rað, at føroyingar tapa 0-1, men sanniliga eisini orsaka av keðiligu umstøðunum kring kekkiska sigursmálið.

Sum so nógvir av hinum føroysku leikarunum, so hevur John Petersen sera gott mót til næstu landsdystirnar, sum Føroyar skulu leika í komandi mánaði í ávíkavist Litavia og Skotlandi.

? Einaferð fer eydnan at verða í parti við okkum, og tá fáa vit eitt gott úrslit, sigur John Petersen.