Johnny Cash hevur havt stóra ávirkan á Ólav

Tónleikarin í heita stólinum hjá Sosialinum: Ólavur á Váli Olsen

Hvørjum lurtar tú mest eftir fyri tíðina?

 

Eg lurti faktiskt rættiliga nógv eftir einum ungum svenskara, ið kallast Hannes Aitman. Hann er 20 ára gamal, og er ein mega upcoming verðins stjørna. Tónleikurin hjá honum er ein blanding av øllum tí góða gamla, ið vit kenna sum eitt nú Johnny Cash og Kris Kristofferson.

 

 

 

Hvørjum lurtaði tú mest eftir fyri sum heilt ungur?

 

Sum heilt ungur plagdi eg at lurta nógv eftir Johnny Cash, Kris Kristofferson, Backstreet Boys og ikki minst mammubeiggja mínum, Ólavi á Váli.

 

 

 

Hvønn sang kanst tú hoyra umaftur og umaftur, uttan at blíva troyttur av honum?

 

Tað má nokk vera „Hannes Aitman – Dying for a name“. Sangurin hevur eitt heilt serstakt ljóð, og sangarin hevur eina deiliga djúpa rødd, sum røkkur heilt djúpt inn í sálina.

 

 

 

Er nøkur útgáva, sum tú heldur vera serliga góða?

 

Ein útgáva, ið mær dámar sera væl, er útgávan av Johnny Cash frá 2016 „Out Among the Stars“. Hetta eru goymdar upptøkur, sum sonurin, John Carter Cash, fann fram, og síðani valdi hann at geva tað út.

 

 

 

Hvønn sang vildi tú ynskt, tú sjálvur hevði gjørt?

 

Uha, har eru nógvir. Fyri at nevna ein, so haldi eg at „Sound of Silence“ hjá Paul Simon er heilt absolutt ein av kandidatunum til top 3.

 

 

 

LES EISINI: – Sum tannáringur fjeppaðist eg mest við amerikanskt glam

 

LES EISINI: – Góðar plátur kunnu samanberast við eina trírættaða matstkrá

 

LES EISINI: – Eg blívi ongantíð troytt av hesum sanginum

 

LES EISINI: – Sum ungur lurtaði eg allarmest eftir Pantera

 

LES EISINI: – Eg lurtaði eftir øllum frá Selena Gomez til Teitur Lassen

 

LES EISINI: – "Lonesome Town" er ein tann besti skrivaði sangurin